Hagstovan:
Vøksturin er størri hjá kvinnum. Aftan á Tórshavnar kommunu eru flest starvsfólk løgd aftur at Klaksvíkar kommunu. Í trimum økjum er talið av starvsfólkum minkað samanborið við sama mánað árið fyri.
Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.
Í januar vóru 29.507 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 250 starvsfólk, ella 0,9 prosent, fleiri enn fyri ári síðani.
Í januar vóru góðir 14.900 menn og slakar 14.600 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Hetta eru 60, ella 0,4 prosent, fleiri menn, og 190, ella 1,3 prosent, fleiri kvinnur samanborið við sama mánað í fjør. Tórshavnar kommuna átti um 80 prosent av starvsfólkavøkstrinum, tá samanborið er við sama mánað í fjør. Harumframt vaks talið av starvsfólkum serliga í Klaksvíkar kommunu, Sjóvar kommuna og Nes kommunu.
Starvsfólkatalið minkaði í fjúrtan av teimum 29 kommunum — mest í Kvívíkar og Vestmanna kommunu.
Býtt á tey sjey økini, sæst at starvsfólkatalið er minkað í trimum av hesum, tá samanborið er við sama mánað í fjør. Hesi eru Norðurstreymoyar, Suðuroyar og Vága øki.
Lutfalsliga er vøksturin størstur í økinum við fæst starvsfólkum, tað er í Sandoyar øki við 2,3 prosentum. Í tali var tó størsti vøkstur í Suðurstreymoyar øki.
Um starvsfólkahagtølini
Uppgerðin um starvsfólk fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri, búsitandi í Føroyum, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS). Harafturat telja persónar í fyribils fráveru (t.d. sjúka og barsil) eisini við, sjálvt um teir fáa løn ella ikki.
Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum.
Orðalýsingar:
- Starvsfólk (høvuðstarv) er samlað tal av persónum í starvi. Starvið tekur støði í hvar persónurin fær størstu lønina frá. Ein persónur telur bert einaferð.
- Bústaðarkommuna og -øki vísur til hvar persónurin býr og ikki hvar starvið er.











