Menninir, sum eru 36 og 53 ára gamlir, eru skuldsettir fyri at hava framt grovan harðskap, at hava sett eld á við vilja og fyri rán.
Tað beint fyri klokkan 18 í gjárkvøldið, at maður ringdi til løgregluna og boðaði frá, at hann varð álopin í heimi sínum. Tá løgreglan kom á staði var eldur í húsinum. Maðurin var fyri ógvusligum harðskapi, og álopsmenninir høvdu eisini sett eld í húsið, har maðurin var staddur.
Maðurin var illa fyri av álopinum og varð sendur á Landssjúkrahúsið.
Løgreglan tók annan mannin í gjárkvøldið og hin í morgun.
Grundlógaravhoyringin var fyri afturlatnum hurðum. Men greitt er, at báðir menninir nokta seg sekar.
Við útvarpið sigur Heri Andreasen, varapolitikommiserur, at menninir eru skuldsettir fyri rán, grovan harðskap og eldáseting. Hann sigur, at øll hesi brotini hvør í sær eru rættiliga alvorlig.
##med2##
Heri Andreasen, sum hevur verið løgreglumaður í nógv ár sigur, at hann ikki minnist, at slíkt mál er hent í Føroyum áður. Hann segði, at tey seta øll segl til fyri at fáa málið lýst út í æsir uttan at fáa sagt nærri um smálutir.
– Eg minnist til til at lógarbrot av hesum slagi hevur veirð áður.
Spurdur av Kringvarpinum, um kriminaliteturin er broyttt, so vit noyast sita við stongdari hurð sigur Heri Andreasen, at hann minnist ikki so grovan harðskap av hesum slag at hava verið áður, so sannlíkindini fyri, at tað hendir aftur, heldur hann vera sera lítla. Men at løgreglan hevur tikið tveir persónar og skuldsett teir fyri álopið, so nei, hann heldur ikki, at tað neyðugt at vera bangin.
##med3##
– Men at liggja inni við óstongdari hurð um náttina, tað ger man ikki longur, sigur Heri Andreasen við Kringvaprið.
##med4##













