Eldur í húsum í Havn

Um 18 tíðina í gjárkvøldið varð boðað frá eldi í einum húsum í Havn

Talan var um ein hús í Tvørgøtu í Havn. Fráboðanin kom um 18 tíðina. Sløkkiliðið kom á staðið og fekk sløkt eldin.

 

Júst hvussu stórur skaðin var, vita vit ikki, tí vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tey fáa einki sagt um málið enn, tí tað verður kannað. Heldur ikki verður sagt, um nakar fólkaskaði var. Meira verður at frætta um tað seinni í dag, sigur vaktleiðarin.

Annars fekk løgreglan fráboðan um smærri ferðsluóhapp í Havn, har bilar bóru við hvønn annan í sambandi við parkering.

Í Eysturoy vóru tríggir bilførarar skirvaðir fyri at tosa í telefon. Tað fáa teir bót fyri og klipp í koyrikortið.

 

##med2##

##med3##

##med4##