3 - 11% meirkostnaður av elbussum

Meirilutin hevur ikki eingongd sett nakra kanning um elbussar í gongd, og tá borgarstjórin sigur í tíðindunum, at elbussar eru tvífalt so dýrir sum dieselbussar, er hetta tí mest sum git, gomul tøl og keðiligur mentalitetur til grøna skiftið. Hetta kunnu vit gera betur.

 

Sambært frágreiðing frá danska klimaráðnum er meirkostnaðurin av elbussunum einans 3-11% og er í Norra heilt niðri á 1%. Movia, sum rekur bussar í Danmark, hevur eisini víst á, at tað er stórt sæð sami prísur fyri elbussar sum fyri dieselbussar! Orsøkin til hetta er, at hóast elbussarnir kosta meir í innkeypsprísi, er raksturin væl bíligari, og at tað er minni av viðlíkahaldi við elbussum.

 

Hesi tøl eru veruliga ein sólskinssøga.  Mangt bendir á, at støðan er líknandi í Føroyum, tí streymurin er longu væl bíligari enn olja, umframt at elbussarnir fara at brúka yvirskotsstreym frá SEV, sum er uppaftur bíligari.

 

Vit skulu ikki gita, men vita, og tí má henda kanning setast í verk beinanvegin, men meirilutin eigur eisini at halda fast við orkupolitikkinum og byrja fyrireikingina til eina elbussleið saman við øllum teimum viðkomandi pørtunum t.e. SEV, Umhvørvisstovan, komandi aktøri o.s.fr., soleiðis at endaliga úrslitið gerst veruliga gott fyri borgarar í kommununi og fyri umhvørvið.

 

Elbussar koyra gjarna 250-480 km per løðing (ella longri), tó alt eftir hvussu koyrt verður, og hetta er meir enn tað, sum flestu bussarnir hjá Tórshavnar kommunu koyra um dagin. Tað er tó eisini møguligt at skundløða gjøgnum dagin - í pausunum - um tað er neyðugt. Hetta vildi møguliga verið aktuelt fyri leið 6 og 7 t.d., sum koyra umleið 500 km um dagin. Til ber sjálvsagt eisini at varðveita nakrar av teimum dieselbussunum, sum koyra í dag, og brúka teir avloysarar, skuldi tað verið neyðugt. Hetta skal sjálvsagt eisini kannast.

 

Sum er, standa bussarnir úti við Gamla Velbastaðarvegin um náttina, og tað er beint við transformatorstøð hjá SEV, sum snilt kann leggja kaðal yvir til har, sum bussarnir kortini standa - so teir kunnu løða sama stað.

 

 

 

Aðrar royndir í útlondum

 

Esbjerg kommuna leggur allar 29 býbussarnar um til el í einum. Kostnaðurin av at reka elbussleiðina var bíligari enn at reka dieselbussleiðina, og tey spara 3,5 milliónir um árið. Tyvstart: Esbjergs første lydløse bybus ruller på gaden et halvt år før tid | jv.dk

 

Fyritøkan Siemens vísir á, at innkeypsprísurin av elbussum kann vera tvífalt so høgur, men tað skulu einans koyrast 50.000 km, so er meirkostnaðurin av elbussinum spardur innaftur. Bussarnir í Tórshavnar Kommunu koyra tilsamans umleið 1 millión km um árið. Elbusser og ladestationer: De mange fordele og interessante overvejelser | Elektrisk Ladeinfrastruktur | Siemens Denmark

 

 

 

Vegna Tjóðveldi í Tórshavnar Býráð

 

Elsa Berg, Gunvør Balle og Jákup Dam

 

Aðrar keldur:

 

Kendte veje og nye spor til 70 procents reduktion | Klimarådet (klimaraadet.dk)

 

Grøn omstilling i den offentlige transport tager fart: 53 nye elbusser på vej i Storkøbenhavn (presscloud.com)

 

Nu indtager elbusser for alvor hovedstadsområdet | TV 2 Lorry