Trøllvaksnar mammurumpur
Elisabeth Steinberg býr í Klaksvík hjá ommu og abba sínum. Hon er 25 ára gomul og lesur stjórnmálafrøði á Søgu- og Samfelagsdeildini á Setrinum í Havn. “At búgva heima hjá ommu og abba, sum 25 ára gomul, er sum at fara tíggju ár aftur í tíðina,” sigur hon. Elisabeth vil gjarna flyta í egið kamar ella íbúð tættari við skúlan. Eina tíð royndi hon at leiga íbúð í Havn, men studningurin áljóðandi kr. 3.737 rakk ikki til, so hon varð noydd at arbeiða við síðurnar av. Tá gekk betur at rinda leiguna, men verri við tí fakliga. Av teirri orsøk flutti hon norður aftur til familjuna í Klaksvík, so hon aftur hevði tíð at hugsavna seg um at lesa.
Av tí at Elisabeth býr í Klaksvík, fara nógvir tímar til koyring. Busstíðir og tímatalva liggja soleiðis fyri, at hon noyðist at velja millum at koma nakrar tímar ov tíðliga ella ov seint. ”Um ein skúlatími er avlýstur, so kann eg ikki bara siga, ná, okey, frí í dag og so fara heim aftur. Eg má bíða til bussurin koyrir aftur til Klaksvíkar, sita í honum í hálvan annan tíma og síðan ganga heim. Tað tekur nærum ein heilan dag, og hetta hendir meir enn so.”
Lestraríbúðir til Føroyar, takk
Aftaná miðnámsskúlan flutti Elisabeth til Aberdeen at lesa. Har leigaðu hon og ein vinkona íbúð saman í einum íbúðarblokki, ið er serliga ætlaður lesandi. Skuldi Elisabeth avgjørt, vórðu ein rúgva av lestraríbúðum bygdar í Føroyum, tætt við har miðnámsútbúgvingar og hægri lærustovnar halda til. Elisabeth sigur: ”Lestraríbúðir høvdu ikki bara loyst íbúðartrupulleikan, tær høvdu eisini verið við til at skapað eitt lestrarumhvørvi, ið als ikki finst her á Setrinum.” Hetta heldur hon eisini er orsakað av, at ymsu deildirnar á Setrinum eru so mikið spjaddar, og at einki sum so verður gjørt fyri at skapa gróðrarbotn fyri livandi sosialum umhvørvi til lesandi. Ikki tí, “eina ferð um vikuna er lestrarkafé í Hvonn, sum lesandi skipa fyri, men tá má eg altíð hugsa um, hvørt eg nái bussin norður,” sigur Elisabeth - og tað nær hon ikki.
Tað, at flyta heiman og finna útav, hvussu ein kann uppihalda sær sjálvum, hevur alstóran týdning fyri, at ein kann skapa sær yvirlit yvir tilveruna. Uttan bústað, einki bjartskygni. Í Føroyum er vanligt, at foreldur hava børn búgvandi, til tey eru trøllvaksin. Hetta er ein bjarnatænasta av foreldrunum, av tí at børnini á ongan hátt læra at klára seg sjálvi. Lesandi høvdu fingið mest burturúr, um tey høvdu havt møguleika fyri egnum rúmi í einum umhvørvi við øðrum ungum lesandi. Eitt dynamiskt umhvørvi má vera eitt umhvørvi, har tey lesandi kunnu stuðla hvør øðrum bæði fakliga og sosialt, koyra undir tá hugurin til at lesa kanska ikki er so góður og drekka ein kopp av kaffi saman, tá ov nógv stendur á.
Vit í Sosialistisk Ung halda, at tað almenna skal tora at blanda seg uppí bústaðarmarknaðin. Trupulleikin, at vit missa eitt heilt ættarlið av ungum fólki, hoyrir landinum og fólkinum til. Eins og eitt træ ikki kann vaksa uttan nakað av jørð til taks, kann eitt lestrarumhvørvið heldur ikki verða til, um pláss ikki er fyri tí. Sostatt er tað ikki bert av frægastu og skilabestu loysnum, at júst tað almenna, sum umboðar okkum øll, heilhjartað ger íløgur í bíligar leiguíbúðir til ung. Tað er beinleiðis lívsneyðugt fyri Føroyar.
Vit skulu vera líka glað og ikki líkaglað
Í fjóðra parti vísa vit á umstøðurnar hjá einum, sum hevur verið fyri kynsligum ágangi í Føroyum.