3. deild: B36 hevur fult og HB hevur einki

Fótbóltur: Sandoyingar taptu fyri fyrstu ferð, toftamenn lorkaðu sigurin burtur í Fuglafirði, har ÍF skoraði tvær ferðir í yvirtíðini, og Sørin Petersen hjá KÍ sparkaði seg sjálvan á máltindin. Hann skoraði fimm mál, og trý av teimum gjørdi hann í tríggjar minuttir

Undan fimta umfarinum vóru tað bara tvey lið ? B71 og B36 ? sum høvdu fult stigatal. Hesi bæði liðini hittust í Gundadali, heimaliðið vann, og harvið eru teir í B36 einasta liðið, sum hevur fult stigatal, og kósin tykist av álvara at vera sett móti 2. deild.

Í fjórða umfarinum megnaði HB ikki at manna lið á heimavølli. Hesa ferð eydnaðist tað at skava eitt lið saman at fara á Sevmýri við, og tað eydnaðist at fleirfaldað málini úr einum og upp í fimm, men tað var ikki nóg mikið at fáa stig, tí tvørámenn skoraðu fimm ferðir.

Dysturin millum FS Vágar og GÍ var útsettur, tí fleiri av spælarunum á vágaliðnum um hvítusunnuna vóru í Keypmannahavn, har teir luttóku í kapping, sum AB skipaði fyri.


KÍ-VB 6-2 (1-1)

Um teir norðuri í Klaksvík í hesi vikuni tosa um, at gamli álopsmaðurin í 1. deild, Sørin Petersen, eigur at flyta upp í 2. deild og eisini eigur at venja við 1. deild, so er tað ikki at undrast á, men spurningurin er, hvat hesin málrevurin sjálvur hevur umstøður og hug til.

Undir øllum umstøðum bilar evnunum at gera mál einki. Tað varð aftur staðfest, tá vágbingar vitjaðu leygardagin. Sørin skoraði fimm av seks málum, og tað man vera torført at finna annað dømi um spælarar, sum hevur skorað trý mál í tríggjar minuttir. Tað gjørdi Sørin Petersen, tá hann í 81., 83. og 84. minuttir broytti støðuna frá 3-2 og til 6-2.

Vágbingar, sum longu eftir fimm minuttir løgdu seg á odda, tá Elian Hansen, sum ikki var komin inn í 1. deildardystinum, skoraði, minkaðu um munin til 3-2 ? Bergur Winther skoraði tá tað manglaðu nítjan minuttir ? men Sørin Petersen svaraði aftur í sama minutti, og so skrædnaði hjá VB, sum var komið afturum 3-1, tí Sørin Petersen hevði skorað eftir 40 og 47 minuttir og Pætur við Keldu hevði økt eftir 71 minuttir.


TB-HB 5-4 (1-1)

Hjá tvørámonnum er tað sum hjá fleiri øðrum liðum. Tað er stórur munur á liðnum, ið spælir á heimavølli og tí, sum teir av neyð megna at skava saman, tá teir eru á útivølli.

Millum nøvnini hesa ferð vóru Pól F. Joensen, sum meiri ella minni er givin at venja og tískil ikki er við í 2. deild, og so Eyðun Gullok Svalbard, sum var eftir á Tvøroyri, tá 2. deild fór norður til Runavíkar.

Men tað var HB, sum setti hol á, tá tjúgu minuttir vóru farnir, tíggju minuttir seinni javnaði Niels Gunnar Petersen, og tá Bárður Mikkelsen eftir 60 og 62 minuttir skoraði tvær ferðir fyri HB, bendi nógv á, at havnarmenninir skuldu vinna fyrstu stigini á árinum. Men tað miseydnaðist. Orkan gekk undan, TB gjørdi onkrar broytingar, og tá 79 minuttir vóru farnir vóru teir frammanfyri 4-3.

Marni Mortensen, hagtalssnillingur hjá HB, skrivaði sítt navn í fótbóltsanalirnar fyri 1999, tá hann í næstsíðsta minutti umsetti brotsspark til mál. Minuttin frammanundan var ein av liðfeløgunum hjá honum, Tórður Slættalíð, rikin av vøllinum.

Tvørámenn hava ikki so ringt mót um liðið í 3. deild. Onkrir teirra, sum hava verið á sjónum, fara nú at halda frí fram móti summarsteðginum, og tað rokna teir við fer at styrkja um liðið og harvið møguleikan at vinna seg longur upp á støðutalvuni.

Tað eigur HB eisini at megna, men um tað gerst veruleiki er treytað av, um tað eru nakrir, sum tíma at taka seg saman og spæla við. Næstu ferð verður tað móti oddaliðnum úr B36, og tað hevði verið vorðið sum fongur hjá teimum triðbestu í HB, um teir kundu boygt teimum næstbestu hjá grannunum!


B36-B71 5-2 (1-1)

Tá 19 minuttir vóru farnir komu sandoyingar á odda við góðum máli, sum Jónsvein Bærentsen skoraði. Hann lyfti upp um ein ella tveir mótstøðumenn, áðrenn hann sendi í kassan.

B36 fekk skjótt fatur á longra endanum, og honum sleptu teir ongantíð. Kortini megnaðu teir í fyrra umfarinum bara at skora eitt mál. Men tað var vorðið sum mál, sum Sigfríður Clementsen fekk eftir 34 minuttir. Í sínum eyðkenda stíli rann, tamdi og dró hann framvið málverjanum mest sum í einum ? ein perla av einum máli.

Í 2. hálvleiki gekk undan hjá B36. Gunnar Nielsen snittaði eftir 49 minuttir hornasparksinnlegg við høvdinum, áðrenn Bárður Olsen eftir 59 minutir og aftur Sigfríður Clementsen fimm minuttir seinni øktu. Jónsvein Thomsen minkaði um munin átjan minuttir undan leikloki, eftir at B36 málverjin Pól N. Joensen hevði hálvbjargað í fyrstu atløgu, og so slerdi Hallur Johannesen heimasigurin og oddasessin á støðutalvuni rimmar fastan, tá tað restaðu tólv minuttir.


ÍF-B68 2-2 (0-1)

Fuglfirðingar høvdu misnýtt onkrar góðar møguleikar móti fuglfirðinginum í B68 málinum. Hann eitur Allan Joensen. Men ÍF hevði einki mál fingið, og tá vanliga leiktíðin var farin var støðan 2-0 til B68.

Toftamenn so at siga seldu skinnið, áðrenn bjørnin var skotin ella var tað, at teir kannaðu sær bitan, áðrenn hann var svølgdur. Verjuparturin var tikin í ov lítlum álvara, og klokkan vísti 90.05, tá Høgni á Lakjuni tók bóltin av verjuni hjá B68 og úr seytjan metrum sendi flatt í kassan. Fuglfirðingar fóru við ferð í málið eftir bóltinum, toftamenn góvu bóltin upp, ÍF fekk fatur á aftur, eingin verjuspælari fór ímóti Jákupi Helga Egholm, sum smekkaði til úr átjan metrum, og bólturin sat í netinum. Tá vísti klokkan 90.40!

Janus Thomsen, sum var álitisfullur miðvallari, setti hol á fyri B68 eftir at hornaspark varð sent innfyri úr vinstru. Og í 2. hálvleiki økti ein annar av ungu monnunum, Hansmar Poulsen, eftir at Aksel Højgaard hevði lagt tvørturum. Tað sá ljóst út hjá B68, sum hevði onkran annan stóran møguleika, men í síðstu løtu mistu teir næstan alt á gólvið.

Dómaraseðlarnir í 3. deild verða væl betri skrivaðir nú, enn teir hava verið undanfarin ár, men tað eru undantøk. Tann frá dystinum í Fuglafirði, sum var framskundaður frá 2. hvítusunnudegi og til hvítusunnuaftan, minti um nógvar av seðlunum frá undanfarnu árum. Einki var sagt um málskjúttar og nær málini eru skorað, men við hjálp frá góðum fólki hava vit í hvussu so er verið við til at bjarga einum parti av hagtølunum.jh


Úrslit:

KÍ-VB 6-2 (1-1)

0-1: Elian Hansen

1-1: Sørin Petersen

2-1: Sørin Petersen

3-1: Pætur við Keldu

3-2: Bergur Winther

4-2: Sørin Petersen

5-2: Sørin Petersen

6-2: Sørin Petersen


TB-HB 5-4 (1-1)

0-1: Magni Hansen

1-1: Niels Gunnar Petersen

1-2: Bárður Mikkelsen

1-3: Bárður Mikkelsen

2-3: Hallur Christiansen

3-3: Petur O. Joensen

4-3: Eyðun Svalbard

5-3: Eyðun Svalbard

5-4: Marni Mortensen br


FS Vágar-GÍ útsettur


B36-B71 5-2 (1-1)

0-1: Jónsvein Bærentsen

1-1: Sigfríður Clementsen

2-1: Gunnar Nielsen

3-1: Bárður Olsen

4-1: Sigfríður Clementsen

4-2: Jónsvein Thomsen

5-2: Hallur Johannesen


ÍF-B68 2-2 (0-1)

0-1: Janus Thomsen

0-2: Hansmar Poulsen

1-2: Høgni á Lakjuni

2-2: Jákup Helgi Egholm


Málskjúttar:


11 mál

Sørin Petersen, KÍ


8 mál

Heini Heinason, GÍ


6 mál

Bárður Olsen, B36


5 mál

Jónsvein Thomsen, B71


4 mál

Sigfríður Clementsen, B36

Símun Jensen, B71

Leivur Trondesen, B71

Jóhannes Petersen, GÍ

Jákup Helgi Egholm, ÍF


3 mál

Gunnar Nielsen, B36

Bjarni Prior, B36

Kristian Poulsen, B68

Antines Magnussen, B71

John Petersen, GÍ

Bárður á Lakjuni, ÍF

Hjalgrím Elttør, KÍ

Júst Johannesen, TB

Mikael í Lágabø, VB

Bergur Winther, VB


2 mál

Jón Hardley, B36

Ragnar Poulsen, B36

Rógvi Fossdalsá, B68

Virgar Hentze, B71

Eyðfinn Fjalsbak, FSV

Birgir Joensen, FSV

Jan Jacobsen, GÍ

Tummas Magnussen, GÍ

Bárður Mikkelsen, HB

Ken Bærendsen, ÍF

Høgni á Lakjuni, ÍF

John Thomsen, ÍF

Gunnleivur Biskupsstøð, KÍ

Rani Sigurðsson, KÍ

Hallur Christiansen, TB

Ragnar Nolsøe, TB

Egil Steintórsson, TB

Eyðun Gullok Svalbard, TB


1 mál

Regin Didriksen, B36

Hallur Johannesen, B36

Oddmar Andreasen, B68

Steinar Hansen, B68

Mannbjørn Nesá, B68

Hansmar Poulsen, B68

Ronnie Svalbard, B68

Janus Thomsen, B68

Róin Clementsen, B71

Martin Drangberg, B71

Símun Hansen, B71

Jóhannes Jensen, B71

Torbjørn Jensen, B71

Hendrik Juul, B71

Páll á Reynatúgvu, B71

Mourits Viderø, B71

Eyðfinn Davidsen, FSV

Sjúrður Ellefsen, FSV

Ingi Joensen, FSV

Sonni Johansen, FSV

Leivur Hansen, GÍ

Bogi Jacobsen, GÍ

Hans J. á Líknargøtu, GÍ

Magni Hansen, HB

Marni Mortensen, HB

Egil Olson, HB

Jákup Baldvinsson, ÍF

Petur Larsen, ÍF

Pætur við Keldu, KÍ

Elian Hansen, VB

Hjalti Lundsbjerg, VB

Finn Baldvinsson, KÍ

Niclas Niclassen, KÍ

Jan Albinus, TB

Tórður Jacobsen, TB

Petur O. Joensen, TB

Niels Gunnar Petersen, TB

Dan Djurhuus, VB

Tom Villy Magnussen, VB

Bárður Nielsen, VB

Birgir Nielsen, VB

Tummas Richardt, VB

Sjálvmál2


Støðan:

B36550023- 715

B71540127-1112

GÍ421123- 5 7

B68521211- 8 7

VB521212-19 7

FSV4202 8- 8 6

KÍ520321-31 6

TB520315-28 6

ÍF511316-17 4

HB5005 5-26 0