Eg havi nú í fleiri ár bæði skrivað og tosað um, at vit mugu fara at leita eftir olju og gassi í føroyskum havøki. Hetta fyri at skaffa okkum fleiri inntøkur til samfelagið og fyri at fáa eitt bein aftrat at standa á.
Oljan kann gerast eitt 3. Gullbeini hjá okkum at standa á saman við fiski- og alivinnu. Vit hava ikki ráð til at lata olju og gass liggja ónytt í undirgrundini. Vit hava brúk fyri hesum og ongantíð meir enn júst nú.
Tað sýnist sum aðrir løgtingslimir nú eisini eru samdir við mær í hesum, og eru farnir at tosa um oljuleiting. Tað gleðist eg um.
Latum okkum heldur fara at leita eftir olju og gassi enn bara at hugsa um at innføra fleiri skattir og avgjøld á Palliba og Marsannu. Latum okkum gera køkuna størri.
Um eg blívi vald á løgtingsvalinum 24. Mars og fái ávirkan, so fari eg seta øll segl til fyri at fáa sett gongd á oljuleiting við Føroyar. Hetta er eitt av mínum fremstu málum.
X við
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur











