Zelenskyj: - Russar royna at taka seg fram

- Russar, sum royna at taka seg fram, verða knústir, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj

Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, hevur russiski herurin í Ukraina seinastu vikuna roynt at gjørt sær dælt av, at várið nærkast, og veðrið er vorðið betri.

 

- Men, hetta hevur ført til, at russar bara hava mist enn fleiri herfólk á hermótinum, sigur forsetin.

 

Á X, fyrrverandi Twitter, skrivar Volodymyr Zelenskyj, at í Donetsk-regiónini er støðan millum partarnar ikki broytt stórvegis seinastu vikuna.

 

- Í Kharkiv-regiónini og á marknaðøkjunum í Sumy-regónini sígga vit, at hersetingarvalið roynir at taka seg fram, men her verða russar knústir, sum forsetin tekur til.

 

Tað er tíðindastovan, NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.