Í fjórða og seinasta spæli í Gekkinum í kvøld var tað ein kvinna úr Suðuroy, nevnd Marita, sum ringdi fyri dóttir sína, Beatu, sum hevði fingið fulla plátu.
Høvuðsvinningurin var á eina miljón krónur, og Beata valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 350.000 krónum í hvørjum leypi.
Eftir fyrstu royndina, har hjólið steðgaði á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið vinnaranum 50.000 krónur, segði Marita, at dóttirin ivaðist.
- Hon vil royna aftur, var svarið, tá Beata hevði hugsað seg um eina løtu.
Í aðru royndini steðgaði hjólið aftur á 10.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 30.000 krónur. Og hesaferð valdi Beata at binda um heilan fingur.
- Hon sigur ja takk til 30.000 krónur. Tað eru góðir pengar upp til jóla, helt Marita fyri og takkaði vegna dóttir sína fyri vinningin í Gekka-spælinum í kvøld.