300.000 kr bíða

19. november endar landsumfatandi atkvøðugreiðslan um, hvør skal hava bókavirðislønina á 300.000 kr hjá BG Bank, sum er størsta privata bókavirðislønin í Danmark.
Í uppskoti til virðislønina í ár eru Janina Katz fyri bókina Drengen fra dengang, Bjarne Reuter fyri Løgnhalsen frá Umbrien og Helle Helle fyri Rødby-Puttgarden.
Í fjør greiddu 25.000 danir atkvøðu, tá Kirsten Thorup gjørdist vinnari við skaldsøguni Ingenmansland.