300 ár við Norsku Løvu

Nýggjársaftan eru 300 ár liðin síðani, at Norska Løva fór á land í Lamba. Fína blaðið hjá fornminnis­felag­num á Glyvrum, Keraldið, ger nógv burturúr hendingini, sum síðani hevur verið partur av søguni hjá Lamba og øllum tí før­oyska samfelagnum

Nýggjársaftan í 1707 fór Norska Løva á land á Lambavík. Hetta er søguliga staðfest, og eingin ivi er um, at skipið fór á land. Tríggjar dagar eftir nýggjár í 2008 var lágættar illveður, og tá fór skipið heilt illa. Síðani hevur fleiri ferðir verið roynt at finna Norsku Løvu ella leivdirnar av henni, men tað er ikki eydnast – ikki enn í hvussu so er. Men tað eru framvegis fleiri, sum liva í vónini um, at fyrr ella seinni fer okkurt at koma undan kavi.

Tað, sum framvegis er til av Norsku Løvu, er hetta:

Í Dómkirkjuni í Havn hongur modell av henni. Í somu kirkju hongur skipsklokkan, og nakrir aðrir lutir, sum vóru bjargaðir, eru til enn: Eitt borð er í Lamba, eitt er á Norðoya Fornminnissavni, eitt borð og ein stólur hjá Dia Arge í Havn, ein stólur er í Blásastovu í Gøtu, ein bileggarovnur á Velbastað, og ein ljósastaki á Handels- og Søfartsmusenum á Kronborg.

Søgnin sigur, at ein ella fleiri av manningini á Norsku Løvu gjørdu modellið av skipinum og lótu tað sum olmussugávu til Havnar Kirkju, sum tøkk fyri, at teir vórðu bjargaðir í land í Lamba. Longdin er 91 cm, skrokkurin er 59 cm langur, breiddin er 16 cm, stórmasturin er 78 cm høg frá høvuðsdekkinum og frá kjøli til topp av stórmastrini eru 95 cm.

Nakrar av kanónunum – einar trettan í tali - vórðu uppfiskaðar árini 1709-1711, og onkur teirra endaði á skansanum í Havn.

Tey, sum eru áhugað í søgu og í søguni um Norsku Løvu, eiga at ogna sær Keraldið, sum kom út undan jólum og har lesa søguna um trímastraðu fregattina, sum var bygd í 1704, sum var útgjørd við 36 kanónum og annars var vakurt skrýdd, og um sagnir og søgur, sum stava frá hendingini, tá ið skipið fór á land.

 

Søgan um skipið

Magnus Rasmussen, bóndi í Lamba, helt 26. oktober í ár fyrilestur um Norsku Løvu í Bygdarsavninum Forni.

Við loyvi frá Magnusi Ras­mus­sen taka vit brot burturúr tí, sum hann greiðir frá, og sum er endurgivið í Keraldinum:

Í byrjanini av desember mánað 1707 fór eitt skip hjá tí kenda Danska Eystindiska Kompagnínum úr Keypmannahavn við kós móti indiska býnum Trankebar. Skipið, sum stevndi móti Trankebar, var einki minni enn okkara so kenda Norska Løva.... Manningin taldi 120 mans.

Ferðin byrjaði við, at Norska Løva var í fylgi við orlogsskipinum Sophiu Hedevig, men tá ið skipini komu í Norðsjógvin byrjaði illveðrið, og skipini mistu hvørt annað burtur.

Norska Løva helt ta settu kósina, og 18. desember var hon komin norður um Skotland og vestur um Hebridurnar. Illveður var og ógvuliga ringur sjógvur, og um kvøldið fór toran av ganga av tí ringasta. Toran sló niður í Norsku Løvu og drap ein mann og særdi (lammaði) tríggjar. Sum kvøldið gekk, og náttin kom, versnaði veðrið nógv, og endin var, at mesanseglið skrædnaði.

Tíðliga morgunin eftir skrædn­aði stórseglið av einum brotasjógvi, og samstundis fór Norska Løva at leka. Nú vóru góð ráð dýr. Norska Løva lá nógv á annað borðið og fekk ikki reist seg aftur.

Fyri at fáa skipið á rættkjøl kappaðu teir stórmastrina, men ólukkutíð tók stórmasturin mesanmastrina við sær. Seinni sama dag bleiv eisini alt skolað oman av dekkinum, og fyri borð fóru 14 mans, og teir sóust ikki aftur í ódnarveðrinum.

Støðan umborð á Norsku Løvu má hava verið ómátaliga ring, ja so ring, at trupult er at ímynda sær. Norska Løva rak so á havinum fyri vág og vind í dagavís, til hon kom inn á Kalsoyarfjørð. Har lá Norska Løva so ein dag, men akkerini hildu ikki, og so rak Norska Løva inn á Lambavík.

Lágættarvindur hevur verið, og Norska Løva rak heilt inn á víkina, og ikki fingu teir bjargað henni undan at reka á land, nakað heimanfyri Gjónna, sum vit siga.....Hon lá so har í briminum, og menn komu sjálvandi beinanvegin til hjálpar fyri at royna at bjarga tí, ið bjargast kundi. Nógv fólk hevur verið har, tí sjálvandi var frætt um hetta skip, sum hevði rikið við Føroyar og millum oyggjarnar.

Vit vita um gøtumenn, glyvrarmenn og aðrar við. Tað hevur ikki verið lætt. Brim, nógvur vindur og regn, so umstøðurnar hava verið truplar. Teir, ið eftir vóru av manningini, vórðu allir bjargaðir – gott 100 mans. Teir hava stjórað peningin inn á land í posum.

Sjóforhoyrið nevndir bara um menninar og pengarnar, meðan altíð hevur verið sagt, at aðrir lutir eisini komu í land.

Rættuliga nógv fólk hevur verið í Lamba hesa nýggjársnátt – bygdarfólkið, manningin á Norsku Løvu, umframt nógv avbygdarfólk.

Peningurin og lutirnir annars hava vist verið bornir niðan til Húsar hesa náttina og dagin eftir við. Men so hendir nakað. Illveðrið tekur til, og rættiligt ódnarveður verður, og náttina millum 3. og 4. januar fer Norska Løva í sor í briminum.

Síðani greiðir Magnus Rasmussen frá um omanlopið, sum sigst hava fjalt Norsku Løvu, um royndir at finna fram til skipið, og at enda kemur hann fram við nøkrum tankum og spurningum um Norsku Løvu. Alt sera áhugavert.

Umframt fyrilesturin hjá Magnusi Rasmussen eru tvær aðrar greinar um Norsku Løvu í Keraldinum hesa ferð. Harafturat skrivar Óli Jacobsen, sum okkara lesara kenna frá so mongum áhugaverdum greinum, um Søgubrot í Norðragøtu, Maria Jacobsen skrivar um Niðristovu á Glyvrum og Í Ovaragerði í Søldarfirði, Thorleif Hansen um Í Tøðu á Toftum, og so er annað tilfar eisini í Keraldinum nummar 10, sum er fínur lesnaður og søgulig og ættarlig perla.