303 nýggir smittutilburðir í Noregi

Hetta er fýra tilburðir færri enn miðaltalið fyri hvønn dagin seinastu sjey dagarnar. 

 

 

Noreg er júst komið við nýggjastu smittutølunum, og úrslitið er, at landið seinasta samdøgur hevði 303 nýggjar covid-19 tilburðir. Tað er fýra tilburðir færri enn miðaltalið fyri hvønn dagin seinastu sjey dagarnar. 

 

Hósdagin vórðu staðfestir 289 nýggir smittutilburðir, og mikudagin var talið 353. Størsta smittutal, sum Noreg hevur havt í eitt samdøgur, var hin 16. mars, tá talið av nýggjum tilburðum var 1150.

 

Sambært norskum miðlum, sum regluliga gera tølini upp, eru smittutølini í Noregi sum heild minkandi, tó at 15 kommunur enn hava veksandi smittu.

 

Higartil hevur Noreg havt 126.521 smittutilburðir. Í løtuni eru 62 fólk innløgd á norskum sjúkrahúsum við covid-19, og tilsamans eru 785 fólk deyð.