31,4 milliónir fleiri skattakrónur í Eysturoy

Runavíkar kommuna eigur størsta vøksturin í krónum, og Fuglafjarðar kommuna størsta lutfalsliga vøksturin

Tað er stórt virksemi í Eysturoy, og tað sæst aftur í skattinum, sum rennur niður í kommunukassarnar.

Í miðal er vøksturin í kommunuskattinum kring alt landið trý tey fyrstu fjórðingsárini 6,38 prosent.

Í kommununum í Eysturoy er vøksturin væl størri, enn hann er í miðal í øllum kommununum. Í onkrari kommunu er hann tvífalt so stórur, sum hann er í miðal kring alt landið.

 

Vøksturin í kommunuskattinum í Eysturoy er sammett við trý tey fyrstu fjórðingsárini í fjør 31,4 milliónir krónur.

Kommunurnar í Eysturoy eru Fuglafjarðar, Eystur, Runavíkar, Nes, Sjóvar, Eiðis og Sunda kommuna (sum ein partur av eisini er í Streymoy).

 

Størsta vøksturin í krónum eigur Runavíkar kommuna, sum hevur fingið 9,66 milliónir fleiri í kommunukassan tíðarskeiðið januar-september enn sama tíðarskeið í fjør.

Í hinum kommununum er vøksturin hesin:

Fuglafjarðar 5,59 milliónir

Eystur 5,48 milliónir

Nes 3,66 milliónir

Sjóvar 2,28 milliónir

Eiðis 1,61 milliónir

Sunda 3,11 milliónir.

 

Lutfalsligi vøksturin er hesin:

Fuglafjarðar 13,78 %

Eystur 10,15 %

Runavíkar 9,46 %

Nes 12,67 %

Sjóvar 10,29 %

Eiðis 11,05 %

Sunda 7,17 %