31 deyð í ófriði í Jamaica

Minst 31 fólk, næstan øll sivilfólk, hava latið lív í samanbrestum í høvuðsstaðnum í Jamaica, Kingston. Stjórnarhermenn hava lopið á fleiri býarpartar har vesturi í býnum, har teir leita eftir einum rúsevnabaróni, sum amerikonsku myndugleikarnir vilja hava fatur á, so hann kann koma fyri rættin í USA, har hann er skuldsettur fyri dráp og onnur brotsverk í amerikanska rúsevnaumhvørvinum.

Løgreglustjórin í Kingston sigur, at fleiri vápnað harkalið hava gjørt av at forða fyri, at rúsevnabarónurin verður útflýggjaður til USA, og at tey hava skotið eftir hermonnunum.

Rúsevnabarónurin, sum er kendur undir navninum Dudus, er nógv avhildin millum tey fátæku í Kingston, tí hann hjálpir teimum.

Stjórnin í Jamaica hevur lýst Kingston í undantaksstøðu, og bæði herurin og løgreglan hava fingið boð um at standa tilbúgvin.