31 OL-íðkarar undir illgruna fyri doping

31 íðkarar umboðandi seks ítróttargreinar kunnu vænta at verða noktað luttøku í olympisku leikunum í Rio de Janeiro í summar, eftir at Altjóða Olympiska nevndin, IOC, hevur kannað 454 dopingroyndir frá OL 2008 av nýggjum.


Tað er nýggj tøkni innan økið, ið ger, at nevndin hevur avgjørt at kanna royndirnar frá undanfarnu kappingum av nýggjum fyri at tryggja, at íðkarar kappast á jøvnum føti. Royndirnar eru serliga rættaðar móti íðkarum, ið kunnu væntast luttaka til OL í summar.


- Hesi tiltøk er eitt máttmikið slag móti teimum snýtarum, ið vit ikki loyva at vinna, sigur Thomas Bach, forseti í IOC, og leggur afturat.


- Tær vísa enn einaferð, at tey kunnu ikki krógva seg. Vit goyma royndirnar í tíggju ár, so svikarar vita, at tey aldrin kunnu hvíla.


Talan av íðkarum, ið kunnu verða útistongdir, kann enntá økjast, tí enn hevur nevndin ikki fingið svar upp á 250 royndir frá OL 2012.


Teir 31 íðkararnir umboða tólv ymisk lond. Upplýst er tó ikki hvørji lond talan er um.