31 ára gomul læt lív: Fleiri slík stativ kring landið

- Nógvastaðni standa vandamikil reiggjustativ, og tað er ein vanlukka, at einki verður gjørt við hetta.

 

 

Tað var seinasta leygardag, at ein 31 ára gomul donsk kvinna doyði á staðnum, tá hon varð rakt í høvdið av einum reiggjustativi, sum koppaði omanyvir hana. Beinini á stativinum lyftu seg uppfrá, og nú vísir tað seg sambært donskum miðlum, at hetta tíverri bæði er ein kendur og vandamikil trupulleiki.

- Vit hava sæð hesar tilburðir áður, og eg havi havt eitt eftirlitsfólk á staðnum, sum hevur hugt upp á sama trupulleika í dag, sigur Bjarne Lundgaard Terndrup, ið eigur Dansk Legepladsinspektion, og sum júst arbeiðir við at meta um trygdina við eitt nú reiggjustativum.

Reiggjustativið, sum leygardagin kostaði einar 31 ára gamlari kvinnu í Ballerup lívið, var eitt vanligt stativ við einum sonevndum reiggjubandi. Tað merkir við øðrum orðum, at slík reiggjustativ standa allastaðni kring um landið.

Bjarne Terndrup Lundgaard leggur dent á, at fólk hava eina stóra ábyrgd, um tey leggja til merkis, at eitt ella fleiri bein á einum slíkum stativi lyfta seg uppfrá. - Tá soleiðis er, skulu fólk seta seg í samband við onkran, sum kann gera okkurt við hetta. Tað vil vera ein vanlukka ikki at gera nakað, sigur Bjarne Lundgaard Terndrup.

Danska blaðið BT hevur sett seg í samband við Ludus, sum hevur leverað og sett upp reiggjustativið í Ballerup, har vanlukkan hendi.

- Hey, nú hevur tú ringt fleiri ferðir, og tað er fínt. Men, eg havi ikki hug at gera viðmerkingar til nakað. Farvæl! Hetta er sambært BT svarið hjá eigaranum av Ludus, Steen Bischoff Møller, tá blaðið hevur hann í telefonini og vil hava hann at gera viðmerkingar til syrgiligu hendingina.

Týsdagin segði danska løgreglan, at fyribilskanningar vísa, at reiggjustativið á spæliplássinum í Ballerup, har vanlukkan hendi leygardagin, ikki var fest rætt. Enn er ikki endaliga greitt, hvat ítøkiliga hendi á spæliplássinum, meðan kvinnan, sum læt lív, var har.