33 milliónir afturat til Fróðskaparsetrið

Fróðskaparsetrið skal hava 33 milliónir afturat hesi næstu trý árini.

Tað er málsetningurin hjá Javnaðarflokkinum.

Aksel V. Johannesen, staðfesti á landsfundinum hjá flokkinum í morgun, at útbúgving er fundamentið undir at skapa eitt samfelag har menniskju eru fræls og javnlík.

- Útbúgving økir møguleikarnar hjá tí einstaka at skapa sítt egna lív – at fylgja sínum egnu dreymum.

Hann sigur, at tí er ein íløga í útbúgving tann besta íløgan vit kunnu gera yvirhøvur.

- Vit hava eina skyldu at tryggja okkara ungdómi møguleikan at taka sína útbúgving í Føroyum.

Javnaðarflokkurin tekur tí undir við tilmælunum í heildarætlanini um fólkavøkstur, at játtanin til Fróðskaparsetur Føroya verður hækkað 333 milliónum, úr 67 til 100 milliónir krónur árini 2014 til 2016.

- Hetta átak hevur við sær at meira enn tvífalt so nógvir ungdómar fáa møguleikan at taka sína útbúgving í Føroyum.

Vit vilja eisini at ungfólk skulu fara út um norðurlond at lesa, uttan at verða noydd at rinda skúlagjaldið aftur, um tey ikki koma heim aftur.

- Tað skal vera so lokkandi at búgva í Føroyum, at tey koma heim av hugi og ikki av neyð.

Javnaðarflokkurin sigur, at skulu vit venda fólkafráflyting til fólkatilflyting, er tað bæði neyðugt, at raðfesta útbúgving, so okkara ungdómur í størri mun kann taka sína útbúgving í Føroyum, eins væl og tað er neyðugt at tryggja okkum øllum rímilig livikor.

- Men hetta er ikki nokk, tí vit mugu eisini skapa arbeiðspláss.

Tí vil Javnaðarflokkurin játta 15 milliónir til vinnuliga gransking næstu árini og tann játtanin skal fíggja vinnuligar granskingarætlanir.

- Treyt er tó, at vinnulívið skal bera sama kostnað sum landið. Og ber vinnulívið sama kostnað, verða tilsamans 30 milliónir krónur um árið, tøkar til miðvísa vinnugransking, sum skal vera við til at endurnýggja verandi vinnur og skapa nýggjur vinnur.