Eldradagurin er eitt afturvendandi tiltak, sum Landsfelag Pensionistanna skipar fyri í samráð við lokalu pensjonistafeløgunum. Eldradagurin hevur verið hildin ymsastaðni kring landið, og í ár varð hann hildin í Runavík.
Gevur innihald
Eftir at Amy Djurhuus, forkvinna í NÓN, hevði bjóðað vælkomin, fekk Kári P. Højgaard, býráðslimur í Runavíkar kommunu og løgtingsmaður fyri Sjálvsstýrisflokkin, orðið.
Hann heldur, at tað er ein ótrúliga góður møguleiki hjá teimum eldru at koma saman á einum eldradegi. Tað er møguleiki fyri at fáa nakað bæði til likams og til sálar. Slík tiltøk og onnur hjálpa til at geva lívinum innihald, eftir at vit eru farin av arbeiðsmarknaðinum.
Á eldradegnum hittast fólk frá øllum landinum, sum ikki hava sæð hvønn annan í fleiri ár. Tað skapar ein felagsskap millum tey eldru, segði Kári P. Højgaard.
Kári kom eisini inn á týdningin av rørslu. Hann hevur sjálvur gingið túr hvønn dag og sigur, at tað er sera gevandi. - Livitíðin verður longri, og livigóðskan verður betri, tá ið vit røra okkum.
Jógvan Fríðriksson hugleiddi um munin millum tey eldru og tey yngru. Sum altíð fangaði hansari livandi frásøguháttur áhoyrarafjøldina.
Fimtingurin av gentunum í Føroyum verða 100 ár
Kór Glyvra Kirkju, sum Meinhard Bjartalíð stjórnar, sang, áðrenn Andrias Petersen, lækni og løgtingsmaður fyri javnaðarflokkin, fekk orðið. Hann byrjaði við einum søguligum afturliti. Tað ættarliðið, sum eru pensjonistar í dag, vaks upp í krígsárunum. Tað var ein sera óstøðug tíð, har tað fyrst gekk sera væl, men síðani kom kreppan í 50´unum.
Børnini í dag liva undir støðugum viðurskiftum. Vit tosa ikki longur um sjúkur sum tuberklar og eingilska sjúku. Í dag eru vælferðarsjúkurnar fíggindin. Ovurnýtsla av tubakki, alkohol og mati er ein stórur trupulleiki hjá nógvum. Tað er týdningarmikið, at vit liva sunt, og at vit røra okkum. Ein gongutúrur um dagin er sera góður. Um vit eru ansin um, hvussu vit liva, kann okkara lívsgóðska hækka, og livialdurin økjast, segði Andrias Petersen.
Um núverandi gongd heldur fram, so kunnu vit vænta, at tað ikki verður óvanligt, at fólk gerast 100 ár. Tølini vísa, at fimta hvør genta, sum verður fødd í dag, fer at gerast 100 ár, segði Andrias Petersen.
330 pensjónistar gjørdu fimleik
Eftir døgurða var dentur lagdur á rørslu og fimleik. Fyrst segði ein fysioterapeutur frá týdninginum av, at tú rørir teg. Aftaná hevði Jóhanna Troest, fimleikalærari fimleik við allari fjøldini.
Alfred Olsen, løgtingslimur fyri sambandsflokkin tosaði um landspolitikk og eldraøkið.
Høvi var at seta spurningar, og eftir at lutaseðlarnir vórðu trektir, var dagurin komin at enda. Klokkan var vorðin 17, tá ið luttakarnir fóru hvør til sítt.
Amy Djurhuus, forkvinna í NÓN sigur, at hon er sera væl nøgd við dagin. - Hetta er størsta luttakartal nakrantíð, og eg haldi, at luttakarnir fingu nógv burturúr.