Í ferðavinnuhøpi eru teir tríggir mánaðirnir juni, juli og august teir týdningarmestu. Men í Føroyum er juli mánaðin, sum átti at verið tann mánaðin, har flest fólk ferðast og gista á gistingarhúsi og hotelli, als ikki sum í øðrum londum. Tað kemur meiri enn so fyri, at gistingarhús standa hálvtóm í juli og tað tykist vera ein afturvendandi trupulleiki.
Trupulleikin stavar partvís frá, at fløgfør og skip eru fullsett á hásumri og lutvíst frá, at tað ikki er samsvar millum bókingar og veruligar gistingar. Um veturin og várið koma nógvar bókingar og Ferðasmiðir og ferðaskrivstovur leggja seg á sokallaðar allotments við sølu fyri eyga. Tá tað so er fult bókað, kunnu gistingarhúsini ikki gera annað enn at seta seg afturá og fegnast um, at alt er fullsett. Men tá ið so ferðafólkatíðin av álvara byrjar koma avlýsingar og tá er ov seint at fáa selt kømur til onnur.
Men nú eru stig tikin til, at støðan verður broytt. Uppskot er gjørt, soleiðis at depositum skal gjaldast frammanundan og ein skipan verður gjørd við avlýsingum. Ein annar møguleiki er at tryggja seg ímóti avlýsingum og inntøkumissi.
Viðvíkjandi sambandinum loftvegis og sjóvegis í summar tykist alt benda á, at afturvendandi trupulleikin við ikki at fáa pláss umborð á skipi ella flogfari verður burtur. Í øllum førum ger Norrøna fleiri túrar og flogfarini fara at flúgva oftari. Ikki færri enn 34 flogfør fara at lenda og fara um fløgvøllin í Vágum um vikuna, til og úr Danmark, Skotland og Ísland, og í alt verða 3050 setur tøk um vikuna. Hetta er galdandi frá hálvum juni til hálvan august. Við øðrum orðum verður pláss fyri 48.0000 fólkum í tveir mánaðir. Og tað átti at sæst aftur í gistingum og á vitjanum á matstovum.