34 frítíðarsiglarar lótu lív í Noregi í 2022

- 23 av teimum 34 vóru ikki í bjargingarvesti, sigur Sjóferðslustýrið, sum staðfestir, at fleiri deyðføll vóru í fjør enn árið fyri.

 

Norska Sjóferðslustýrið hevur gjørt upp, hvussu nógvar deyðsvanlukkur vóru í fjør í samband við nýtslu av frítíðarbáti. 

 

Úrslitið er, at talið var 34, tvær kvinnur og 32 menn, og samlaða talið av deyðsvanlukkum fyri 2022 var átta fleiri enn í 2021.

 

Tølini fyri 2022 vísa soleiðis eina stóra øking. Talan er um frítíðarsiglarar, sum fóru fyri borð - ella, tá tey skuldu flyta seg millum bát og bryggju.

 

18 fólk lótu lív í slíkum vanlukkum, harav tíggju fóru í havið, meðan báturin lá fyri teymi við bryggju.

 

Aftrat vanlukkunum, har fólk duttu fyri borð, doyðu níggju fólk, tá báturin koppaði, fimm í samband við, at siglt varð á land - og tvey fólk lótu lív eftir samanstoyt við bát ella annan lut.  

 

32 av teimum 34, sum lótu lív í 2022, vóru menn, og miðalaldurin var 54 ár. 

 

Sjóferðslustýrið hevur eisini heft seg við, at fleiri ung lótu lív í 2022, og her vóru nevniliga seks fólk, sum vóru 21 ár ella yngri.

 

Í tíðindaskrivi, sum eitt nú tíðindastovan NTB endurgevur, verður sagt, at 23 av teimum 34, sum lótu lív í 2022, vóru ikki í bjargingarvesti.