34 milliónir til Bakka-feðgarnar

Bakkafrost hev­ur havt eitt gott ár í fjør, og Bak­k­a­frost er veru­liga ein risi í føroyska bú­­skap­­­inum. Bakk­a­­frost er nógv tað størsta fel­­ag­­ið í Før­­oy­­um við ein­um markn­­að­­ar­­virði u­pp á 2,5 mill­i­­­ard­ir krónur og 400 starvs­­fólkum.

Felagið stend­­ur fyri 20 prosentum av saml­­aða føroyska út­flutn­­ings­­virð­i­num.
At tað eru knotur í Bakka-monn­unum og hava teir væl og virð­i­liga ­prógv­að, og at felagið hev­­ur stórt virði og stórt yv­ir­skot merkist eisini hjá parta­eig­ar­u­num. Størstu føroysku í­leggj­ar­ar­nir eru Havsbrún við sløk­um 17 prosentum og Hans og Regin Jacobsen við um­leið 9 prosentum hvør.
Av teimum 191 mill­i­ónu­num­, sum felagið útlutar í vinn­ings­býti, fær Havsbrún 32,5 mill­i­ónir krónur, og feðg­ar­nir báð­ir, Hans og Regin Jac­ob­sen góðar 17 milliónir hvør.