34 pláss í eygsjón

Um nakrar mánaðir byrja 34 børn í barnagarðinum hjá Føroya Tele

 

DAGSTOVNUR

Barnagarðurin hjá Føroya Tele verður veruleiki fyrst í komandi ári. Fyrst í hesum árinum keypti Føroya Tele sethúsini við Sundveg 3 í Havn. Tey verða nú umvæld og gjørd til barnagarð. Í hesum døgum søkir Tórshavnar kommuna eftir leiðara til stovnin at byrja 1. desember. Ætlanin var annars at stovnurin skuldi lata upp eftir summarsteðgin í ár, men hetta hevur av eini ella aðrari orsøkin ikki verið møguligt.

Stovnurin fer at hýsa 34 børnum undir skúlaaldri. Helmingurin av børnunum vera børn hjá starvsfólki á Føroya Tele. Hini plássini vera latin børnum, sum frammanundan standa á bíðilista hjá Tórshavnar kommunu.

Barnagarðurin hjá Føroya Tele, sum verður skipaður sum sjálvsognarstovnur, er fyrsti av sínum slagi í Føroyum. Føroya Tele hevur leingi havt í umbúna at keypa hús til barnagarð, men hevur havt trupult við at finna eini egnað hús.