Í svari til grein 52a fyrispurning frá Fíu Selmu Nielsen, tingkvinnu fyri Fólkaflokkin, vísir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, á, at tað eru 34 vegastrekki í Føroyum, har bilferðsla fer gjøgnum bygdt øki.
Løgtingskvinnan spurdi soleiðis:
1. Á hvussu nógvum vegastrekkjum í Føroyum ganga landsvegir gjøgnum øki, har børn hava sína dagligu gongd?
2. Hvørji øki er talan um?
3. Ætlar landsstýrið at gera nakað við at bøta um ferðslutrygdina á tílíkum økjum?
– Tað eru nógv vegastrekki kring alt landið, har bilferðsla fer gjøgnum bygt øki, ella tætt við bygt øki, har børn eisini hava sína dagligu gongd. Talan er ikki bert um landsvegir, men eisini um vegastrekki, har ein partur av vegnum er kommunalur, sigur Jacob Vestergaard í svarinum.
Niðanfyri er eitt yvirlit frá Landsverki, sum vísir 34 vegastrekki, har høvuðsferðslan koyrir gjøgnum bygt øki, og loyvda ferðin í stóran mun er skeltað niður, umframt vegir, sum liggja nær við bygdir, har tað í flestu førum ber til at koyra 80 km/t. Yvirlitið hevur ikki bygdir við, sum liggja við endan á eini farleið.
Yvirlitið vísir, hvussu nógvir bilar koyra á vegunum í miðal um samdøgrið.
|
Bygd |
Eigari |
Ferðsla | |
|
1 |
Tórshavn/Hoyvík/Hvítanes |
Lands- og kommunuvegur |
15.000 |
|
2 |
Klaksvík |
Lands- og kommunuvegur |
10.000 |
|
3 |
Søldarfjørður |
Landsvegur |
8.000 |
|
4 |
Lambareiði |
Landsvegur |
8.000 |
|
5 |
Glyvrar/Saltangará/Runavík |
Lands- og kommunuvegur |
8.000 |
|
6 |
Gøta |
Landsvegur |
7.000 |
|
7 |
Kollafjørður |
Landsvegur |
6.000 |
|
8 |
Skipanes/Undir Gøtueiði |
Landsvegur |
5.000 |
|
9 |
Leirvík |
Lands- og kommunuvegur |
5.000 |
|
10 |
Sandavágur - Miðvágur |
Lands- og kommunuvegur |
4.500 |
|
11 |
Hósvík |
Landsvegur |
4.000 |
|
12 |
Hvalvík |
Landsvegur |
4.000 |
|
13 |
Streymnes |
Landsvegur |
4.000 |
|
14 |
Við Streymin |
Lands- og kommunuvegur |
4.000 |
|
15 |
Strendur |
Landsvegur |
2.500 |
|
16 |
Vágur |
Lands- og kommunuvegur |
2.000 |
|
17 |
Trongisvágur/Tvøroyri |
Lands- og kommunuvegur |
2.000 |
|
18 |
Sørvágur |
Lands- og kommunuvegur |
2.000 |
|
19 |
Oyrarbakki |
Landsvegur |
2.000 |
|
20 |
Skálafjørður |
Landsvegur |
2.000 |
|
21 |
Toftir |
Landsvegur |
2.000 |
|
22 |
Leynar/Stykkið |
Landsvegur |
1.500 |
|
23 |
Hvalba |
Landsvegur |
1.000 |
|
24 |
Sandur |
Landsvegur |
1.000 |
|
25 |
Ánirnar |
Landsvegur |
800 |
|
26 |
Depil/Fossanes/Hvannasund |
Landsvegur |
800 |
|
27 |
Funningsfjørður |
Landsvegur |
600 |
|
28 |
Langasandur |
Landsvegur |
500 |
|
29 |
Haldórsvík |
Landsvegur |
400 |
|
30 |
Morskranes |
Landsvegur |
400 |
|
31 |
Velbastaður |
Landsvegur |
300 |
|
32 |
Ørðavík |
Landsvegur |
200 |
|
33 |
Húsavík |
Landsvegur |
200 |
|
34 |
Lopra |
Lands- og kommunuvegur |
150 |











