Pauli var bjargingarmaðurin á Balkan

Eftir dystin í Tuzla í kvøld eru vánirnar góðar fyri, at Føroyar á heimavølli leygardagin fara at vinna seg í HM endaspælið í hondbólti fyri menn

Leygarkvøldið klokkan 19 verður dysturin, sum fer at gera av, um tað vera Føroar ella Bosnia-Hersegovina, sum vera við í HM endaspælinum í Týsklandi eftir ársskitið.

 

Í kvøld spældu Føroyar í Tuzla í Bosnia-Hersegovina, og úrslitið var 24-22 til Føroyar. Hálvleikstøðan var 12-10 til Føroyar. Seinni dysturin verður í høllini við Tjarnir leygarkvøldið klokkan 19, og tá er setningurin hjá føroyska liðnum at vinna og í hvussu so er at syrgja fyri, at mótstøðuliðið ikki vinnur við meiri enn einum máli. Bosniska liðið er í einari útgávu á heimavølli og í aðrari og veikari útgávu á útivølli. Hundurin er ikki meiri enn hálvbardur, men tað sær ljóst út hjá føroyska liðnum, sum ongantíð hevur verið við í HM endaspæli.

 

##med3##

 

Tað vóru 3000 áskoðarar í høllini í kvøld, og teir koyrdu øgiligt á sínar menn. Hetta órógvaði ikki føroyska liðið, sum hevði fult fokus á tí, sum gekk fyri seg á vøllinum, og tað gekk leingi heilt væl.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki øktist føroyska leiðslan til fýra mál, men so vendi tað, og fram ímóti dystarenda, tá ið heimamálverjin stóð stinnur, var heimaliðið onkra løtuna frammanfyri við einum máli. Men síðstu tíggju minuttirnar fótaði føroyska liðið sær av álvara aftur. Hugburðurin var tann rætti, og so endaði tað við teprum sigri.

 

Heilt stóri føroyski spælarin á Balkan í kvøld var málverjin Pauli Jacobsen. Verjuspælið riggaði framúr væl, og tað bar við sær, at uppgávan hjá málverjanum var ikki so torfør, sum hon kundi havt verið. Pauli Jacobsen var heilt framúr, og hann var høvuðsorsøkin til, at heimaliðið í fyrra hálvleiki bara skoraði 10 mál.

 

Í fyrra hálvleiki var bjargingarprosentið hjá føroyska málverjanum omanfyri 50, og tað endaði við at vera 43,59 prosentum, sum er heilt framúr.

 

Føroyskur toppskjútti í kvøld var Hákun West av Teigum, sum skoraði 11 mál, og honum næstur var Vilhelm Poulsen, sum skoraði fimm mál.

 

 

 

##med2##