Fyri fimmtu ferð í ár hevur M.J. Saltsøla á Toftum fingið salt heim til Føroya, og hetta er fyrstu ferð, at skipið við salti liggur við nýggju atløgubryggjuna, sum er bygd framman fyri saltgoymsluna.
Alt saltið, sum M.J. Saltsøla keypir heim til Føroya og selur út aftur, kemur av Ibiza, og tað er eisini haðani, at Wilson Grip er komin við teimum 3.450 tonsunum, sum nú verða løgd upp á Toftum.
Magni Johannesen, stjóri, sigur, at tá henda lastin er løgd upp, hevur M.J. Saltsøla higartil í ár keypt 16.500 tons av salti.
Hann vísir á, at hóast nógv hevur verið frammi um minkandi ráfiskanøgdir, er líkt til, at meira fiskur er saltaður í ár enn eitt nú í fjør, tí sølan av salti í ár samanlagt er vaksin við umleið 5-10 prosentum.
- Hetta er til somu viðskiftakundar, sum onnur ár, og tí er niðurstøðan, at meira fiskur er saltaður í ár enn eitt nú í fjør, sigur hann.
Magni Johannesen sigur, at hóast væl av vindi hevur verið av vestri í morgun, liggur skipið væl við nýggju bryggjuna.
- Tað er ein stórur fyrimunur, at skipið nú kann leggja saltið upp beint við "dyrnar" á saltgoymsluni. Hetta er bæði høgligari og bíligari, sigur stjórin á M.J. Saltsølu.
Tað var Jóannes Símunarson Hansen, sum tók hesa myndina á Toftum í morgun.