Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu fyri stovninum og starvsfólkunum. Hann segði millum annað:
- Starvshópurin her hevur altíð verið ein ímynd av einum góðum "teami", og tit munnu eiga tykkara stóra lut í, at stovnurin hevur so gott orð á sær millum havnarfólk og føroyingar .
- Og nú er heimið 35 ár. Og summi teirra, vit hátíðarhalda í dag, hava verið við ein stóran part av tíðini.
Síðan nevndi borgarstjórin øll við navni, sum høvdu starvsdag. Hesi vóru:
Sofus Joensen 30 ár
- Góði Sofus. Eg fari at byrja á ein heldur sjáldsaman hátt í dag. Tú ert tann av starvsfólkunum, vit heiðra í dag, sum hevur verið longst. Og tí hava tínir starvsfelagir skrivað eina yrking, sum eg skal royna at lesa:
“30 ár tú hevur gingið
Nógv av skafti fingið
Ikki er hann tvørur
Men ferðaglaður húsavørður
Tá hann á sólstrond liggur
Og eftir sínum brúnu bibbum hyggur
Hugsar hann: ikki er so galið
At fletta suðuri í Dali
Hann er ein einsamallur hani
Í einum hønugarði
Huff tær grenja, tá okkurt er farið
Ein slanga, grýta ella song
Einaferð á keto hann fór
Øll pundini svunnu í ein flór
Altíð góður at heita á
Um tað er at syngja fyri ella at vera jólamaður
Sjálvandi tekur tú 30 ár afturat fyri hønurnar”
Ruth Lamhauge, 25 ár (27)
- Og so er tað Ruth Lamhauge, sum í veruleikanum hevur starvast her í 27 ár. Ruth arbeiðir í reingerðini á Lágargarði, hon er sera røsk, trúgv og arbeiðssom. Arbeiðið er altíð væl frágingið.
- Hon dugir eisini so sera væl at taka ímóti nýggjum starvsfólkum, og fær tey nýggju at kenna seg væl beinanvegin, og tað hevur hon gjørt so mangan, aftaná so langt arbeiðslív á Lágargarði.
Fríðgerð Dam 25 ár
- So er tað Fríðgerð, sum eisini hátíðarheldur 25 ára dag. Hóast Fríðgerð hevur rundað tey sjeyti, er hon fús at hjálpa teimum á Heimarustovu við náttarvaktum. Hon hevur sínar føstu vaktir, men tað stendur ikki á at veita eina hjálpandi hond, tá ástendur.
- Fríðgerð hevur starvast í Heimarustovu í samfull 25 ár.
- Eru koyrilýkindini vánalig, stendur Jógvan altíð klárur at koyra Fríðgerð til arbeiðis, eins og hann hevur verið við hennaru lið í nógv harrans ár. Tey hava rundan brúdleypsdag fyri framman.
- Onkuntíð hevur hann fingið sær ein lúr á omkrari sofu á Heimarustovu, meðan Fríðgerð hevur passað sítt arbeiðið. Hóast tað er nátt verða húsfólkini passaði og pleygaði so sera væl.
- Hvør koyristólur skínur, tá teir hava verið í nánd av Fríðgerð. Eisini um koyristólurin er elektriskur, verður hann poleraður,tað er ein gáta fyri øll, um hon setur seg í koyristólin og koyrir hann út ella hon gongur við síðina av og stýrir við joystikkinum, men poleraður verður hann.
- Fríðgerð er sera nærløgd í sínum arbeiði. Hennara partur liggur ikki eftir.
Torgunn Engskær 25 ár
- Torgunn heldur eisini 25 ára dag. Hóast Torgunn er farin um pensiónsaldur, merkist tað ikki á henni. Hon leypir ikki um, har garðurin er lægstur. Hvør song verður vaskað og pussað. Madrassan verður vend, soleiðis at tær kunnu halda minnst 35 ár aftrat.
- Torgunn elskar sítt arbeiði. Hon gongur við lív og sál upp í at veita eina nærlagda og umsorganarfulla røkt til húsfólkini á Heimarustovu.
- Onkur vil vera við, at vit brúka nógva saft á Heimarustovu, men vit brúka ikki ein dropa ov nógv. Tað fyrsta Torgunn ger, tá hon kemur á vakt, er at syrgja fyri, at øll fáa at drekka. Tað sæst aftur. So at siga ongin hevur bløðrubruna.
- Torgunn er trúføst sum trøllið. Hon er altíð fús at hjálpa til, um onkur gerst sjúkur, bara ikki hósdag. Hann er heilagur.
- Torgunn er arbeiðsom og nærløgd í sínum arbeiði.
Kirstin Skúvadal 25 ár
- Kirstin hevur eisini verið í 25 ár. Kirstin er kvik sum fáur. Er hon ikki og passar barnabørn, so liggur hon á øllum fýra í havanum í Vestmanna. Men tað skal ikki nógv yvirtalilsi til at fáa Kirstin til at koma og hjálpa á Heimarustovu, tá íð á stendur.
- Tá tær ungu ynskja sær frí, so ringja tær bara til Kirstin. Hon dugir illa at siga nei. Tað er helst tí at júst umsorganararbeiði fellur henni lætt, tí henni dámar tað væl. Kirstin er umforganarfull og nærløgd í sínum arbeiði.
- Á Lágargarði hava tey sjáldan upplivað so kvika konu. Uttan mun til, hvat hon verður spurd um, so hevur hon longu orðnað tað. Hon gongur ikki, hon flýgur, og kemur fullkomiliga ljóðleyst runt og syrgir fyri øllum.
Christa Niclassen, 20 ár
- Christa hevur verið í 20 ár. Hon er sjúkrarøktarfrøðingur, og hevur starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur innan eldraøkið í 23 ár. Hon bleiv deildarleiðari fyri Umlættingarheimið í 2015 og síðan á Heimarustovu í 2016.
- Christa er sera væl fyri fakliga og hevur góðar praktiskar førleikar eftir so nógv ár sum sjúkrarøktarfrøðingur. Hon er sera hjálpsom og umsorganarfull, og hjartað er á røttum staði.
- Sum leiðari er hon eisini sera týðilig, er avgjørd og mann veit altíð, hvar mann hevur hana. Hon er harafturat ógvuliga rólig, er til staðar, og fer ikki upp at flákra. Hon hevur sera góðan ordan í tingunum, og er ikki bangin fyri at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur.
- Og so eru tað tit, sum hava verið í 10 ár og meira.
Maritt Johannesen, 10 ár (15 ár - 2007)
- Maritt er heilsurøktari, og hevur arbeitt á Virkisstovuni á Lágargarði síðan 2018. Áðrenn hon kom á Lágargarð arbeiddi Maritt á Tjarnargarði. Maritt er sera álítandi og dugir væl við øllum fólkum.
- Maritt er umsorganarfull og dugir væl at fáa prátið at ganga. Stóra vitanin hjá Maritt um Havnina er góð og gagnlig á busstúrunum.
- Maritt skipar fyri, at Undirhús er á Lágargarði annanhvønn fríggjadag.
Malan Patursson, 10 ár (12 ár - 2010)
- Malan er heilsurøktari, og hevur arbeitt á Virkisstovuni á Lágargarði síðan 2010. Hon hevur tó gjørt avstikkarar til Landssjúkrahúsið og Fysioterapeuttoymið.
- Malan er røsk og álítandi, tímir og dugir sera væl at venja við okkara brúkarum og tað er gott lív í venjingarhøllini, har fólkina fáa venjing og eitt gott prát. Fyri Maluna er ongin avbjóðing ov stór og finnur hon altíð loysnir, har onnur geva upp.
Mathilda Dam, 10 ár (2012)
- Mathilda kom á Lágargarð áðrenn økið var yvirtikið og arbeiddi hon fyrstu árini ein dag á hvørjari deild, so Mathilda kennir Lágargarð væl, nú er tað Vaskaríið , Virkisstovan og Handarastova, íð hava gagn av Mathildu’sa trúfesti.
- Mathilda er røkin og ger sítt arbeiði til lítar, hon er ógvuliga samvitskufull og álitisfull. Har Mathilda hevur verið er skil í, og alt arbeiði verður gjørt til UG.
Sóleyð Vang 10 ár
- Sóleyð byrjaði at gera reint á Heimarustovu, men táverandi leiðari sá aðrar dygdir í henni. Sóleyð bleiv yvirtalað at koma í røktina at arbeiða. Men Sóleyð steðgaði ikki har. Hon helt hetta økið verða so spennandi, at hon fór á Heilsuskúlan at nema sær meira vitan.
- Tað endaði við at Sóleyð bleiv heilsuhjálpari, vegleiðari, trygdarumboð og ikki minnst álitisumboð fyri Heilsuhjálparar á Heimarustovu.
- Sóleyð burdi farið enn víðari til Heilsurøktara, men hvør veit……..
- Sóleyð er nærløgd í sínum arbeiði. Hon gongur høgt uppí heildarrøkt, har hvør negl verður reinsað eins og hvør skeggstubbi verður fjernaður hvønn dag. Húsfólkini skullu síggja rein og pen út hvønn dag. Tolin er hon sum fáur. Hon dugir sera væl at lokka og lirka f.x eina skeið eyka av døgverða niður um aftrat, tá tað stendur á at fáa at eta.
- Sóleyð gongur høgt uppí at fáa góðar næmingar gjøgnum starvsvenjingartíðina á Heimarustovu. Eins og tey álitisstørv hon hevur dagliga sum trygdarumboð og álitisumboð verða gjørd til lítar.
- Sóleyð gongur høgt upp í sítt arbeiði, tú ivast ikki, hvar tú hevur Sóleyð. Altíð til reiðar við eini hjálpandi hond.
(Kelda: Torshavn.fo)