35 gentur fara at syngja í annaðkvøld

- Kórið megnar at framføra stór, klassisk verk, eins væl og einføld hugløg - við eyðkendum norðurlendskum kórljómi

 

Eitt gentukór við 35 sangarum í aldrinum 13 til 20 ár fara at syngja í Vestmanna kirkju hóskvøldið 2. juli, sum er í annaðkvøld.

 

- Kórið, sum er úr Haderslev, er sera virkið, og tær eru á palli einar 15-20 ferðir um árið í samband við konsertir, gudstænastur og onnur tiltøk, bæði í heimlandinum og uttanlands.

 

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu.

 

- Aftrat regluligu kórvenjingunum hvørja viku, ganga kórlimirnir til einstaklingaundirvísing í sangi.

 

Sagt verður, at kórið megnar at framføra stór, klassisk verk, eins væl og einføld hugløg í einraddaðum sangi á høgum tónlistaligum støði - við eyðkendum norðurlendskum kórljómi.

 

- Konsertin í Vestmanna kirkju byrjar klokan 19.30 í annaðkvøld, og konsertin er ókeypis, verður lagt aftrat.