HM-dreymurin livir víðari hjá amerikonsku vertunum

USA mátti spæla 10 móti 11 seinasta hálva tíman móti Bosnia Hersogovina

Mynd: Ritzau Scanpix

Amerikonsku HM-vertirnir hava vunnið seg í HM-áttandapartsfinalurnar, har Belgia verður mótstøðuliðið.

 

USA vann í sekstandapartsfinaluni á Levi´s leikvøllinum í Santa Clara í Kalifornia 2-0 á Bosnia Hersogovina. 

 

Beint undan steðginum megnaði Folarin Balogun at gagnnýta, at bosniska verjan ikki megnaði at rudda ein bólt burtur. Hann tók av og sendi bóltin í netið til 1-0.

 

Tá 64 minuttir vóru leiktir av dystinum traðkaði sami Folarin Balogun á økilin hjá Tarik Muharemovic, og so fekk beinleiðis reytt. 

 

USA stríddist tó víðari, og í 82. minutti hamraði Malik Tillman hegnisliga eitt fríspark í netið til 2-0, og so kundi stóra amerikanska heimafjøldin stórfegnast. 

 

Bosniakarnir høvdu bóltin eitt sindur meira enn amerikumenn, og teir høvdu eitt sindur fleiri málroyndir, men tað rakk ikki til at koma á máltalvuna. 

 

USA-Bosnia Hersogovina 2-0 (1-0)

1-0 Folarin Balogun ('45)

2-0 Malik Tillman ('82)

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá amerikanska sekstandapartsfinalusigrinum. 

 

Týsdagin klokkan eitt - um náttina føroyska tíð - spælir USA áttandapartsfinalu móti Belgia á Lumen Field leikvøllinum í Seattle.

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix