35 ár síðani at meistarin var í hesi støðu

Fleiri enn trý ættarlið av spælarum hava verið á vøllinum, síðani meistararnir seinast vóru aftastir eftir fyrsta umfar

Tað er torført at vinna FM, og tað er torførari at endurvinna FM. Soleiðis plagar tað at verða sagt, og tølini siga, at soleiðis er tað.

Málið hjá KÍ er at endurvinna FM heitið, sum klaksvíkingar tryggjaðu sær á seinasta leikdegi í fjør. Tá var tað við 3-0 sigri ímóti B36 í Gundadali.

Í gjár vann B36 2-0 í Klaksvík og endurtók harvið úrslitið frá 21. august í fjør, tá ið tað sá út til, at KÍ var um at missa FM møguleikan. Tá reisti KÍ seg og vann FM.

Hetta er sætta árið, at Mikkjal Thomassen er venjari í Klaksvík og í gjár taptu hann og KÍ fyri fyrstu ferð í fyrsta umfari, og støðutalvan sigur, at KÍ er niðast.

At meistaraliðið er aftast eftir fyrsta umfar er rár hending. Tølini á faroesoccer.com siga, at tað er ikki komið fyri síðani 1985, at meistaraliðið er niðast eftir fyrsta umfar.

B68 vann FM fyri fyrstu ferð í 1984. Í 1985 taptu toftamenn í fyrsta umfari 4-1 á útivølli ímóti HB, og so var B68 niðast á støðutalvuni. Um eitt ættarlið av fótspælarum fevnir um tíggju ár, so er hálvtfjórða ættarlið av spælarum farið, síðani meistaraliðið seinast var aftast eftir fyrsta umfar.

At tap í fyrsta umfari ikki nýtist at hava kiksað kappingarár við sær, er 1985 og B68 gott dømi um. Kappingin fevndi tá um 14 umfør, og eftir 14. umfør hevði B68 endurvunnið FM heitið.

 

Í B36 leguni var lagið avbera gott í gjárkvøldið. Lunnar eru lagdir undir gott kappingarár, og nú ræður um at halda høvdið kalt og at hava fokus á rætta stað, tá ið AB um eina viku verður gestur í Gundadali.

Sebastian Pingel, sum í vetur skifti frá HB og aftur til B36, har hann spældi í 2016 og skoraði 10 mál, varð skiftur inn, tá ið tað restaði lítil hálvur tími, og hann átti lyklaleiklut í Klaksvík, tí hann skoraði fyrra málið og átti sín lut í tí seinna:

-Eg havi verið skaddu í tvær vikur og vandi ikki aftur fyrr enn hóskvøldið. Tí var tað so upplagt, at eg var á beinkinum, og tað var framúr, at tað eydnaðist at skora eftir fínt uppspæl frá Benjamin Heinesen og innlegg frá Árna Frederiksberg.

Sebastian Pingel átti eisini sín lut í seinna málinum:

-Eg goymdi meg og fekk bóltin, tá ið Odmar Færø royndi at senda til ein av viðspælarunum, og so var talan um nærdyst, áðrenn bólturin sprakk til Meinhard E. Olsen, sum hevði opið mál at seta bóltin í. Eg eri sera fegin um at vera aftur í B36 og um sigurin. Tað er altíð tortørt og tætt at spæla í Klaksvík, so hetta var framúr, var viðmerkingin hjá innskiftaranum Sebastian Pingel, sum avgerandi løtuna átti átti stóran leiklut, tá ið B36 skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum.

 

https://www.in.fo/myndasavn/

 

KÍ – B36 0-2 (0-0)

0-1: Sebastian Pingel 82.

0-2: Meinhard E. Olsen 95.

Dómari: Alex Troleis

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck, Ísak Simonsen – Jonn Johannesen (Boris Dosljak, 46.), Alessio Hyseni (Jákup Biskopstø Andreasen, 59.), Deni Pavlovic, Patrik Johannesen – Jóannes Bjartalíð, Ole Erik Midtskogen (Páll A. Klettskarð, 69.)
Gult kort: Deni Pavlovic

Venjari: Mikkjal Thomassen
B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen (Erling D. Jacobsen, 87.), Magnus Holm Jacobsen (Erlendur Magnussen, 62.) – Árni Frederikseberg, Michal Pryzbylski, Stefan Radosavljevic (Sebastian Pingel, 62.) – Meinhard E. Olsen

Gult kort: Árni Frederiksberg, Sonni Ragnar Nattestad, Eli F. Nielsen, Sebastian Pingel, Benjamin Heinesen

Venjari: Jákup á Borg