350 fólk á Travel Mart

Síðan mánakvøldið hevur Samvit verið vertur fyri stóru og afturvendandi ferðavinnustevnuni, Vestnorden Travel Mart, sum hevur verið hildin í Ítróttarhøllini á Hálsi við umleið 350 seljarum og keyparum

Travel Mart

 

Londini, sum hava víst fram síni ferðavinnutilboð á hesi útnorðurstevnu, eru Føroyar, Ísland og Grønland.

Stevnan byrjaði alment mánakvøldið, tá seljarar úr hesum trimum londunum og keyparar úr fleiri ymiskum londum hittust til “get-together” og lættari ábit.

 

Ikki alment

Vestnorden Travel Mart er ikki ein framsýning, sum er opin fyri almenninginum, men tað eru keyparar úti í heimi, sum eru bodnir at síggja og meta um tey tilboð, sum Føroyar, Ísland og Grønland hava at bjóða á ferðavinnuøkinum í komandi ári.

Týskvøldið varð skipað fyri “norðuratlantiskum” døgurða við undirhaldi.

Í dag, sum er seinasti dagurin, hevur stevnan verið opin frá klokkan 9-12.30. Tá dyrnar lótu aftur, riggaðu flestu til at fara heimaftur, haðani tey eru komin – og tað er úr tilsamans 19 londum.

Veðrið í morgun hevur verið so ómetaliga gott, og tí skuldi tað ikki verið veðurlagið, sum er til bága fyri at “selja” Føroyar sum ferðavinnuland.

 

“Workshop”

Vestnorden Travel Mart er í stóran mun skipað sum “workshop”, har avtalurnar um, hvør hittir hvønn til prát eru gjørdar frammanundan.

Tað eru altíð ferðaráðini í londunum í útnorði, sum eru vertir á stevnuni, og í Ítróttarhøllini á Hálsi høvdu tey sínar básar úti í stóru gongini í høllini.

Í sjálvari høllini hava tilsamans 113 útbjóðarar sýnt fram síni tilboð. Av hesum eru 19 úr Føroyum, 19 úr Grønlandi og síðan eru allir hinir útbjóðararnir úr Íslandi.

Eini 350 fólk – seljarar og keyparar – hava hesar dagarnar verið á Vestnorden Travel Mart.

 

Green Gate

Samvit, sum Ferðaráð Føroya í dag eitur í samanløgdum stovni, er vertur fyri stevnuni.

Vanligt er, at ferðaráðini biðja onkran útbjóðara í heimlandinum taka sær av sjálvari fyriskipingini. Í ár hevur Samvit so fingið Green Gate Incoming at skipa fyri praktisku viðurskiftunum í sambandi við stóra tiltakið. Felagið hevur soleiðis bæði tikið sær av básaskipanini, sum er komin úr Íslandi, flutningi, bústaði og “workshop” avtalunum.

Green Gate Incoming hevur havt Barbaru Rasmussen sum verkætlanarleiðara.