Við hesum undirskriftunum vildi felagsskapurin vísa á at rættindini og rættarstøðan hjá børnunum ikki verða nóg væl vird í okkara samfelagi.
- Endamálið var at vísa á, at børn skulu hava ein lógarfestan rætt til bæði foreldrini, og at børnini skulu hava foreldrarættin, meðan foreldrini skulu hava eina foreldraskyldu!
- Við hesum 3500 undirskriftunum kunnu vit vísa á, at tað í øllum førum eru 3500 føroyingar sum kenna til trupulleikarnar hjá hesum børnunum. Og tað er sigur ikki so lítið, sigur nevndin í felagnum.
Henda áheitanin var handað landsstýrismanninum, sum segði seg vera samdan við felagnum í hesum rætti. Hann nevndi, at vilji er í samgonguni at gera nakað við málið, og at eitt uppskot um hetta verður lagt fram eftir nýggjár. Og gongur sum ætlað, kann so lógin koma í gildi um eitt ár ella so.
Hinvegin so krevur hetta eitt stórt fyrireikingararbeiði, tí júst hesin parturin er partur av eini støddi lógarheild. Og skal hann setast í gildi, so má ein taka hetta burtur úr hesum.
Felagið er nøgt við úttalilsini frá landsstýrismanninum, men ætlar sær kortini at fylgja væl við gongdini. Tí er avtalaðu ein nýggjur fundur við Jógvan við Keldu um hálvan oktober.