37 ára gamla Jónhard til minnis

Enn eini deyðsboð. Tey eru altíð endalig, har vendist ikki aftur. 37 ára gamal. Eygagóða smílið kemur fram, nú tú knappliga flytir inn aftur í mín gerandisdag. Tú hevur verið burtur frá mær seinastu tvey árini og tíni nærmastu siga, at tú hevur ikki havt tað gott.

Jónhard Johannesen av Skála er deyður, einans 37 ára gamal.

Ein gávuríkur ungur maður er farin, eftir sita børn og familja og sorgin sædd júst nú er so meiningsleys, so vónleys, so køld og irriterandi.

Og tað var alkoholisman sum feldi teg. Tú stríddist í móti, men var fullkomiliga maktarsleysur móti hesi svíandi sótt.Vit báðir striddust saman móti hesi herviligu líðing. Eg var hepnari. Okkara andaliga loysn riggaði hjá mær, tú royndi, tú stríddist, men var við undirlutan.

Tú vildi slett ikki hetta lívið. Tú var fullur av kærleika móti øllum. Tú forgudaði tíni børn og hevði góðar tankar um hini. Tú vildi lívið og lívið andaði í móti tær.

Tað eru góð minnir eg siti eftir við. Tú var stuttligur og glaður, tá íð brennivínið ikki hevði fastatøkur í tær. Tú var arbeiðssamur og hegnigur. Tú hevði eina útstráling sum gjørdi, at fólk blivu góð við teg..

Tað hevði sæð nógv betri út, um tú var deyður av krabbameini ella onkrari aðrari meira góðkendari sjúku, ella kanska av eini vanlukku. Hendan ólukku alkoholisman verður ikki góðtikin, hóast hon drepir tíggjutals fólk í Føroyum á hvørjum ári og forpestar næstan hvørja einastu familju í landinum. Óvitandi tosa um vilja. Vit, sum kenna hesa sjúku á egnum kroppi vita, at vilji er tað einasta sum onki nyttar. Tað skal nógvur vilji til at liva lívið vit liva, tá íð vit fullkomiliga maktarsleysir ganga í drykkjuherindum. Vit stríðast móti einum besetilsi og eitt besetilsi er eitt hugskot, sum yvirgongur øll onnur hugskot. Tí nyttar ikki at berjast einsamallur í móti tí, tá íð tað loypir á og tínir tankar í heilanum siga tær hvat tú skal gera. Vit akta vanliga okkara tankar, hvussu vitleysir teir enn eru, bara teir eru teir nóg áhaldandi.

Eg syrgi teg í kvøld. Eg havi ilt av tínum børnum, tínum foreldrum, tínum systkjum og teimum sum vóru góð við teg og hvørs kærleiki fekk so mangt høggið av tíni líðing. Jónhard, okkara samband var stutt og tætt og tín húðleysa erligheit og evnir í eyðmýkt at síggja teg sjálvan júst sum tú var lærdu meg nógv. Eg lærdi nógv um mína egnu líðing við at ganga leiðina saman við tær.

Nú skiljast okkara vegir eitt skifti og vit hittast aftur. Onki er so vist sum tað. Tað trúgvi eg, tað veit eg og tað visti tú.

Góða ferð yvir um góði vinur og Gud verið eftir hjá øllum tykkum sum hava mist. Tit skulu vita, at Jónhard stríddist alt tað hann var mentur móti síni sjúku. At enda mátti hann gevast á hondum, eins og øll onnur, sum verða feld av øðrum meira góðkendum sjúkum.


Friður verður við minninum


heilsan


Jústinus Leivsson Eidesgaard