Norski krúnprinsurin svarar ákæru móti stjúksoninum

Norski krúnprinsurin Haakon svaraði týsdagin ákæruritinum móti soninum hjá norsku krúnprinsessuni, Marius Borg Høiby.

Málið er "avbjóðandi" og "torført" fyri kongsfamiljuna, sigur Hákon krúnprinsur. - Mynd: Ole Martin Wold/Ritzau Scanpix

Marius Borg Høiby varð mánadagin ákærdur fyri tilsamans 32 ákærur, harav fýra ákærur um neyðtøku og misnýtslu í nærsambondum. Tað snýr seg um sjey kvinnur.

– Tað er nú greitt, hvat ákæruritið verður. Nú skal tað í rættin, sum skal gera av, hvussu tað endar.

– Øll, sum hava við málið at gera, halda tað vera avbjóðandi og trupult, sigur krúnprinsurin sambært NTB.

Norska kongshúsið fer at royna at røkja sínar skyldur óávirkað av ákæruritinum, stendur í fráboðanini.

Marius Høiby er sonur norsku krúnprinsessuna Mette-Marit frá fyrrverandi hjúnalag.

 

/Ritzau/

 

 

 

Málið er "avbjóðandi" og "torført" fyri kongsfamiljuna, sigur Hákon krúnprinsur. - Mynd: Ole Martin Wold/Ritzau Scanpix