Fríggjakvøldið doyði ein 38 ára gamal maður í geglinum í Havn.
Eftir at hann var sovnaður í einum handli, vórðu boð send eftir løgregluni, sum fór á støðina við manninum. Har varð hann settur í varðhaldið at sova rúsin út.
Sambært løgregluni varð seinni farið inn at hyggja til hansara, men tá fekst ikki samband við mannin.
Lækni og sjúkrabilur komu á staðið, og maðurin varð fluttur á landssjúkrahúsið, men tá var maðurin deyður.
Finn Ougaard, varfúti, sigur, at teir enn ikki kenna deyðsorsøkina.
? Hetta er eitt ótrúliga óheppið mál, sum kemur illa við hjá øllum pørtum, men talan var um ein vanliga handtøku, og einki óregluligt er farið fram, sigur Finn Ougaard, sum samstundis avsannar leysasøgurnar um, at løgreglumenn eru meldaðir fyri at hava nýtt harðskap.