384 ferðafólk saknað í Nepal

Skriðulopið rakti marknaðøkið millum Nepal og Tibet í dag, og fleiri fólk eru staðfest deyð

Soleiðis sær út í býnum, Trishuli Bazar, eftir skriðulopið

384 ferðafólk eru saknað eftir eitt skriðulop í Nepal, og av teimum saknaðu eru 291 útlendingar.

 

Skriðulopið rakti marknaðøkið millum Nepal og Tibet í dag, og fleiri fólk eru staðfest deyð.

 

105 indarar eru millum tey saknaðu, sambært ferðavinnumyndugleikunum í Nepal.

 

- Eisini eru átta suðurkoreanar saknaðir, veit tíðindastovan, Yonhap, at siga.

 

Sagt verður, at ferðafólk úr eitt nú USA, Stórabretlandi og Malaysia eisini eru millum tey saknaðu.

 

Lokalir miðlar siga, at tað var ein jarðskjálvti, sum var orsøkin til skriðulopið við ísi og moldtilfari. 

 

- Í minsta lagi 18 fólk eru nú staðfest deyð í Nepal, og eitt stórt tal av fólk eru deyð og løstað í Tibet.

 

Tað veit almenna kinesiska tíðindastovan, Xinhua, at siga í dag.

 

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, hevur biðið um, at øll orka verður brúkt til bjargingarátakið eftir skriðulopið á markinum millum Nepal og Tibet.

 

 

 

 

 

Soleiðis sær út í býnum, Trishuli Bazar, eftir skriðulopið