Myndina eigur Grønlands Politi

Funnin deyður í bjargingarbáti í Diskovíkini

Leygardagin varð ein maður funnin deyður í einum bjargingarbáti í Diskovíkini, og myndugleikarnir leita nú eftir einum navngivnum manni aftrat

Myndina eigur Grønlands Politi

Hetta veit grønlendska kringvarpið - KNR - at siga.

Leitingararbeiðið fer fram í einum samstarvi millum Grønlands Politi, Arktisk Kommando og privat, sum luttaka í leitingini.

 

Grønlands Politi sigur, at maðurin, sum leitað verður eftir, er 49 ára gamli, Jan Olsen, og leitað verður eisini eftir bátinum við skrásetingarnummarinum GR 12-052.

 

Tað var leygarkvøldið klokkan 19.43, at Grønlands Politi fekk eina fráboðan um, at ein bjargingarbátur var funnin í Diskovíkini millum Qeqertarsuaq og Ilulissat.

 

KNR veit at siga, at í bjargingarbátinum varð ein lívleysur maður funnin.

 

Eftir at líkið varð funnið í bjargingarbátinum, hevur verið leitað eftir einum persóni aftrat, og her er talan um áðurnevnda, Jan Olsen og bátin, GR 12-052.

 

Vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Karsten Høyrup, segði við Sermitsiaq fyrrapartin í dag, at leitingin heldur fram nærindis Qeqertarsuaq.

 

- Her verður leitað fram við landi eftir saknaða bátinum, sum er ein lítil útróðrarbátur, visti Karsten Høyrup at siga í morgun.

 

 

 

Myndina eigur Grønlands Politi