Kom heim úr Kyiv – og fekk tilboð um at fáa nøsina »rættaða«

Tað síðsta, Mette Frederiksen hoyrdi, tá hon fór úr Kyiv í gjár, var loftávaring. Tá danska forsætisráðfrúan kom aftur til Danmarkar, bíðaði eitt heldur øðrvísi boð eftir henni: Eitt tilboð frá einum plastikkirurgi um at gera nakað við ein blett á nøsini.

 

– Tað síðsta, eg hoyrdi, tá vit fóru úr Kyiv í gjár, var loftávaringin. Kríggið heldur fram í Evropa. Eitt av fyrstu boðunum, eg sá, tá eg var aftur í Danmark, var hetta. Come on, skrivar Mette Frederiksen á Instagram.

 

Hon sigur, at hetta als ikki er fyrstu ferð, at fólk gera viðmerkingar um útsjónd hennara.

 

– Eg havi ikki tal á, hvussu nógv boð eg havi fingið gjøgnum tíðina um útsjónd mína. Serliga at eg havi ljótar tenn og tunt hár. At eg havi eina ljóta »vortu« á nøsini og góð ráð um at fáa botox, skrivar hon.

 

Mette Frederiksen sigur, at hon ikki leggur seg út í, hvat onnur gera við útsjóndina hjá sær.

 

– Sjálv havi eg tað fínt við kroppinum hjá mær. Soleiðis sum hann nú einaferð er, tá tú ert kvinna og nærkast teimum 50.

 

Men tilboðið frá plastikkirurginum fekk kortini sinnið eitt sindur í kók hjá forsætisráðfrúnni.

 

Hon sigur, at fólk eru vælkomin at skriva til hennara, men hon vónar, at tey heldur brúka tíðina til okkurt meira týðandi enn nøsina á henni.

 

##med2##

 

– Tað verður eitt nei takk til tað tilboðið, staðfestir Mette Frederiksen.

 

Samstundis sendir hon eina serliga heilsan til øll tey, sum dagliga fáa viðmerkingar um teir »fullkomnu ófullkomileikarnar«, sum øll menniskju hava.

 

Kelda: Mette Frederiksen á Instagram