Beint fyri kl. 10 í gjárkvøldið legði ein grind beinini í Tjørnuvík. Menn mettu hana at vera millum 35 og 50 hval, men tá upptalt var vóru 39 hval í drápinum.
Av Politistøðini í Havn verður upplýst, at drápið gekk avbera væl: Eftir bert 9 minuttum var drápið liðugt.
Seðlarnir komu út í morgun.