3rd Tórshavn International

Talv: Komandi fríggjadag verða fyrstu leikirnir leiktir í sterku altjóða talvkappingini sum verður telvað í Norðurlandahúsinum í døgunum 6-14. oktober. Spennandi verður at fylgja gongdini hjá føroysku telvarnum í krútsterku kappingini

Í síðstu viku bleiv sagt at talvkappingin bar heitið Nordic Millennium GM Chess, men 3rd Tórshavn International er rætta navnið. Hetta verður nevnliga tann triðja altjóða talvkapping Talvsamband Føroya skipar fyri. Tann fyrsta varð telvað í Útvarpshøllini í 1986 og tann seinra í 1997 í Norðurlandahúsinum.

Stuðlað kappingini hava Føroya Sparikassi, Føroya Tele, Føroya Shell, Tórshavnar Býráð og Norðurlandahúsið.


Teir lítlu ímóti teimum stóru

Føroyingarnir eru allir í niðari helvt av kappingini tá seeding viðvíkur, og fara tí sjálvsagt at hava tað sera trupult ímillum allar stórmeistarnar og hinar sterku telvarnar.

Men vit hava tó vónir. Serliga verður hugsað um John Arna Nilssen, John Rødgaard, Flóvin Tór Næs og Ólavur Simonsen. John Arni er í góðum formi og ætlar sær eisini at yvirraskað. Hann er fyrsta borð hjá føroyingum á Talvolympiaduni, hevur havt góð úrslit í seinastuni og hevur tí tað neyðuga sjálvsálitið og dirvi sum er alneyðugt fyri góðum úrslitum. John Arni er okkara besta boð til ein IM norm.

John Rødgaard er okkar einasti altjóða meistari, og hevur eisini rutinina. Hann hevur mangan megnað frálík úrslit á Olympiadu ímóti tílíkari sterkar mótstøðu, t.d hevur hann leikt javnleik ímóti fyrrverandi heimsmeistarinum Boris Spasskij.

Flóvin og Ólavur hava eisini mangan knógvað sterka mótstøðu, og tykjast at vera vera væl fyri í løtuni. Sum tað sæst á luttakaralistanum so eru 29 nøvn at finna. Orsøkin er, at Eyðun Nolsøe væntandi ikki er við og tað viðførir at ein nýggjur telvari skal finnast fyri at fáa líkatal. Nummar 30 id verður ein føroyingar, verður í hvussu so er á listanum innan kappingarbyrjan.

Vit eru teir lítlu, men vit eiga í hesari kapping ein møguleika, nevnliga at sprongja okkara seeding, og hendan møguleika skulu vit trúgva á. Vit hava gjørt tað fyrr og kunnu gera tað aftur.


Stórmeistarnir og hinir meistarnir

Heili ellivu stórmeistarar og fleiri altjóða meistarar luttaka í kappingini. Uttan iva hava góðu virðislønirnar og góðu hentleikarnar telvarnir fáa spælt ein leiklut. 40.000 krónur fær vinnarin.

Luttaralistin er merktur av, at nógvir heilt ungir telvarar eru at finna. Hetta er nýggja talvelitan í fullum blóma.

Ruslan Ponomariov úr Ukraina er bert sekstan ár, men er tann hægstrataði við sínum 2630 ratingstigum. Ein ið eisini er sekstan ár, og komandi superstórmeistari, sum talvelitan kallast, er Alexander Grischuk eisini úr Russland og sanniliga verður at nevna er bert trettan ára gamli Teymur Radjabov. Hann hevur nærum 2500 í rating og er altjóða meistari.

Fleiri norðurlendskir stórmeistarar eru eisini við í hópinum. Hendrik Danielsen umboðar Danmark, úr Íslandi kemur Hannes Stefansson og úr Svøriki navnframi Tiger Hillarp Persson. Eisini eru aðrir norðurlendskir altjóða meistarar ið luttaka.

Sum tað sæst á luttakaralistanum er kappingin sera sterk og tílíkar kappingar gera Føroyar uttan iva enn meira sjónligar á heimskortinum. Talv er sera hent á alnetinum og júst ígjøgnum tann miðilin nógv dúva uppá.


www.faroechess.com

Talvsambandið hevur fingið nýggja heimasíðu. Tann gamla heimasíðan, www.sam-teld.fo/talv er tó enn til staðar, men ætlanin er at hendan nýggja heimasíða verður tann almenna síðan. 3rd Tórshavn International verdur fult dekkað á www.faroechess.com, og er eisini sera snøgg og einføld at líta á.

Alt um kappingina finnir tú á heimasíðuni, og undir kappingini verður t.d møguligt at fylgja beinleiðis vid einstøkum talvum.

Høvudsdómari í kappingini verður danin Mogens Nielsen.

3rd Tórshavn International byrjar sum sagt fríggjadagin 6. oktober, og telvað verður hvønn dag frá 13.00. Seinasta umfar, tann 14. oktober, byrjar kl. 11.00.


Luttakaralistin

1. GM Ruslan Ponomariov, UKR 2630

2. GM Vadim Milov, SWI 2626

3. GM Lev Psakhis, ISR 2611

4. GM Alexander Grischuk, RUS 2606

5. GMAlexander Baburin, IRE 2590

6. GM Stanislav Savchenko, UKR 2579

7. GM Hannes Stefansson, IS 2557

8. GM Tiger H. Persson, SVØ 2549

9. GM Stuart Conquest, ENG 2529

10. GM Hendrik Danielsen, DK 2519

11. GM Jonathan Rowson, SKO 2494

12. IM Teymur Radjabov, AZE 2476

13. IM Steffen Pedersen, DK 2464

14. IM Olli Salmensuu, FIN 2458

15. IM Leif E. Johannesen, NO 2422

16. IM Anatoly A. Bykhovsky, RUS 2393

17. FM Johan Eriksson, SVØ 2369

18. IM Jon Viktor Gunnarsson, IS 2368

19. WIM Irina Krush, USA 2354

20. John Arni Nilssen, FO 2354

21. IM John Rødgaard, FO 2351

22. Flóvin Tór Næs, FO 2271

23. Torbjørn Thomsen, FO 2202

24. Ólavur Simonsen, FO 2183

25. Heini Danielsen, FO 2168

26. Terji Petersen, FO 2142

27. Martin Poulsen, FO 2074

28. Carl Eli N. Samuelsen, FO 2055

29. Herluf Hansen, FO 2047