Asfalt avdúkar nú, at bólkurin 3st verður partur av Asfaltskránni Asfalt verður í Tórsgøtu í Havn 3. og 4. juli og ein av mongu bólkunum, ið fara á pall, er 3st.
3st er mannaður við 5 limum; sang: Allan Korsager Davidsen, guitar: Henning Jensen, bass: Signar Kristiansen, trummur: Sigurd Justinussen, violin: Rebekka Blak.
Bólkin stovnaðu Allan og Sigurd í 2004. Men bólkurin hevur ikki verið so nógv frammi, og hevur ikki funnið fótafestið fyrr enn fyri einum ári síðani. Hóast útbúgvingar, limaskifti o.a. hevur verið ein lítil forðing, so hevur bólkurin ongantíð verið so tight og til dystin fús, sum nú.
Tónleikurin hjá bólkinum nemur við ymsar sjangrur. Ein góð lýsing av tónleikinum hjá bólkinum er melodiskur pop-rockur við einum alternativum twisti.