40.000 tons fyri 100 milliónir

Eftir at tað fríggjakvøldið kom fram í Degi og Viku, at Fjord Fish hevur boðið sær til at keypa makrelkvotu frá landsstýrinum fyri 100 milliónir krónur, hevur verið gitt um, hvussu nógv tons Ludvík við Stein og útlendsku fylgisneytar hansara vilja keypa fyri 100 milliónir krónur.

Men á Facebook kunnger Helgi Abrahamsen, sum er løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, at talan er um 40.000 tons.

– 100 milliónir krónur fyri 40.000 tos, tað kann man ikki siga nei til, sigur Helgi Abrahamsen.

Um sambandstingmaðurin tosar fyri samgonguna, so er okkurt, sum bendir á, at samgongan umhugsar onkran form fyri tilfeingisgjaldi.