Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Tað er 9. oktober í 1967. Klokkan er 13.10. Langt inni í boliviska frumskóginum, í fátæku bygdini La Higuera, verður ein skitin maður leiddur út úr tí, sum eina ferð var ein skúli.
-Skjót hann! Hann er ikki annað enn eitt fólk!
So hoyrast skotini frá rifluni hjá Mario Teran, kapteyni í boliviska herinum. Tann 39 ára gamli Ernesto "Che" Guevara er deyður í einsemi. Fidel Castro hevur gloymt hann, og boliviski kommunistaflokkurin PCB hevur svikið hann. Sjúkur, særdur og skitin, men við einari turkatrúgv upp á ta marxistisku kollveltingina. Che Guevara var deyður, og ein nýggj ímynd hevði sæð dagsins ljós.
Tann ungi Che
Ernesto Guevara vaks upp í einum argentinskum meðalstættarhúski. Foreldrini styðjaðu vinstravongin.
Tann ungi Ernestu las læknavísindi. Í 1953 fór hann á eina átta mánaðir langa motorsúkluferð kring Latínamerika, og tað skuldi vísa seg, at hendan ferðin fekk stóra ávirkan á hansara politisku sannføring. Á ferðini sá hann, hvussu fátækir bøndur vórðu illa viðfarnir, hvussu arbeiðsmenn vórðu háðaðir, og hann varð stórliga ávirkaður av tí ovurstóra muninum á ríkum og fátækum.
Heimafturkomin til Argentina gjørdi hann seg lidnan við lesnaðin, stakk í sekkin og fór av landinum. Hann kom ongantíð heimaftur. Terningarnir vóru kastaðir, og eitt lív í kollveltingarinnar tænastu var byrjað.
Kollveltingaraðurin Che
Che fór til Meksiko. Hetta var í 1956, og her hitti hann Fidel Castro, sum hevði sett sær sum mál at fella kubanska einaræðisharran, Fulgencio Baptista, og at skipa Kuba sum eitt demokratiskt samfelag. Nýggjársaftan í 1959 tóku teir høvuðsstaðin Havana, og Che varð tilnevndur tjóðbankastjóri og ídnaðarmálaráðharri í tí nýggja Kuba.
Men sum tann ektaði hugsjónarmaður hann var, veik Che ongantíð frá hugtøkum sum morali og trúgv, og tað vardi heldur ikki leingi, til hann gjørdist ósamdur við Castro, sum var heftur av politiskum og búskaparligum stuðuli frá Sovjetsamnveldinum.
Í 1964 gjørdi Che av at fara úr Kuba. Hann skrivaði Castro eitt bræv, og hann duldi ikki fyri, at hann var vónsvikin av tí, sum var komið burtur úr kollveltingini. Samstundis segði hann øll størv og kubanska ríkisborgararættin frá sær. Hann fór fyrst til Kongo í Afrika og haðani til Bolivia. Ørindini vóru tey somu allastaðni, men einki kom burturúr, tí fólk høvdu ikki áhuga í hansara blóðugu kollvelting.
Ein fjølbroytt mynd
Søgufólk í Latínamerika halda, at nú 40 ár eftir deyða hansara er tíðin komin til at fáa eina neyvari og meiri fjølbroytta mynd av Che. Hann var sannførdur kollveltingarmaður, og í hansara eygum skuldi tann einstaki laga seg eftir kollveltingini. Hann var lækni, men samstundis ein kaldur drápsmaður, sum avrættaði fólk uttan so mikið sum at blunka við øðrum eyganum. Vanliga nýtti hann skammbyrsu, og offrið fekk eina kúlu í høvdið. Fidel Castro, sum helti til ta meiri siðiligu kollveltingina, var ovfarin av, hvussu kaldblóðugur Che var. Tá Castro eina ferð ætlaðii at bjarga einum fyrrverandi njósnara undan avrætting, fekk hann stuut at vita, at njósnarin var longu tikin av døgum.
Argentinski søgumaðurin og rithøvundurin Patrick O'Donnell, sum hevur skrivað eina ævisøgu um Che við heitinum "Che - eitt lív fyri einum betri heimi", ger í bókini nógv burturúr, at Castro gjørdi ikki tað minsta fyri at bjarga fyrrverandi stríðsfelaganum.
-Fidel helt nógv av teimum menniskjaligu eginleikunum hjá Che, men politiskt vóru teir ósamdir. Meðan Castro styðjaði Sovjetsamveldið av fullum huga, helt Che lítið um leiðararnar í Kreml. Che var av teirri uppfatan, at vegurin til sosialismuna gekk ígjøgnum blóðugar kollveltingar jeldur enn friðarliga samveru. Hansara hugsjón medvirkaði til spjaðing í teimum latínamerikonsku kommunistaflokkunum. Tí lyfti Castro ikki ein fingur fyri at hjálpa sínum gamla vini, tá hesin reikaði hjálparleysur í frumskóginum í Bolivia, skrivar Patrick O'Donnell.
Svikin av sínum egnu
Kubanski søgumaðurin Jaime Suchlicki, ið starvast á lærda háskúlanum í Miami í USA, sigur, at lívið hjá Che var ein stórur ósigur, alt sum tað var.
-Hann var útbúgvin lækni, men brúkti ongantíð útbúgvingina. Hann dugdi heldur ikki sum ídnaðarmálaráðharri og tjóðbankastjóri í Kuba. Tann búskaparpolitikkurin, sum hann stakk út í kortið, gjørdist ein vanlukka fyri kubanska samfelagið. Tað einasta, sum hann dugdi, var at berjast fyri kollveltingini so sum í Kongo og Bolivia, men tað gjørdi hann við at drepa onnur til frama fyri eina søk, sum onga framtíð átti, sigur Jaime Suchlicki við tíðarritið Veja.
Heldur ikki í Bolivia fekk Che stuðul frá teimum, sum skuldu eitast at vera hansara felagar. Boliviski kommunistaflokkurin PCB valdi at svíkja hann og at fara í part við myndugleikunum.Fyrrverandi PCB-formaðurin Juan Coronel Quiroga viðgongur svikið:
-Ja, vit sviku Che, tí PCB helti til Moskva, og har varð Che mettur sum tortskistur og sostatt fíggindi hjá marxismuni, sigur Qurioga, sum umframt at vera formaður í kommunistaflokkinum var vinmaður boliviska verjumálaráðharran.
Avrættaður
Tann seinasti, sum tosaði við Che, var kubanski CIA-agenturin Felix Rodriguez. Amerikanska fregnartænastan ætlaði ikki at taka Che av døgum, tí amerikanararnir vistu, at hann og Castro sótu ikki væl um sátt, og kanska kundi okkurt fáast burtur úr tí.
-Men teir bolivisku myndugleikarnir vildu hava Che tiknan av døgum. So tann 9. oktober fekk eg eini loynilig radioboð við tølunum 500 og 600. Tað fyrra talið var loyniorð okkara fyri Che. Tað seinna talið merkti deyði. Tá eg segði Che, hvørji boð eg hevði fingið, svaraði hann:
-Tað man vera tað frægasta. Eg skuldi ongantíð havt latið tykkum taka meg á lívi.
(Kelda: Aftenposten)
_____________________________________________________________________
FAKTA:
Ernesto Guevara Lynch de la Serna. Føddur 14. juni í 1928 í Rosario í Argentina. Giftur tvær ferðir og átti seks børn. Deyður 9. oktober í 1967 í La Higuera í Bolivia. Í 1997 vórðu leivdirnar av Che fluttar til Santa Clara í Kuba. Útbúgvin lækni. Í 1956 fór Che saman við Fidel Castro og 80 hermonnum við skipinum Gamma úr Meksiko til Kuba. Nýggjársaftan í 1959 flýddi einaræðisharrin Baptista úr Kuba.
_____________________________________________________________________