40 ár síðani mánalendingina

Klokkan 2:56 tann 21. juli í 1969 steig Neil Armstrong sum fyrsti maður í heimssøguni á mánan John F. Kennedy, amerikanskur forseti, árini 1961-1963 var ikki so hugaður í at satsa ov nógv í kappingini um rúmdina. Men tað eydnaðist hernaðarligu ráðgevarunum at fáa unga amerikanska forsetan á aðrar tankar.

Stutt aftaná sovjetisku sigursferðina hjá Jurij Gagarin, helt John F. Kennedy eina minniliga røðu fyri amerikanska samveldistinginum, har hann boðaði amerikonsku tjóðini frá, at USA ætlaði at senda eitt menniskja til mánan, og at føra viðkomandi trygt aftur til jørðina.

Talan var um eina risaverkætlan, sum skuldi førast út í lívið, áðrenn 1960-árini vóru liðin. Risastóra rúmdarverkætlanin var nevnd ?Apollo?. Nýggjar rúmdarrakettir, rúmdarskip og rúmdarbúnar vóru framleidd í hópatali, og túsindtals menniskju vóru sett í ymisk størv, sum høvdu samband við verkætlanina.

Menn hava roknað uppá tølini, og mett verður, at Apollo-verkætlanin kostaði 130 miliardir dollarar í nútíðarpeningi.

Og tann 21. juli í 1969 bragdaði so loksins, tá Neil Armstrong kundi siga tey minniligu orðini: That´s one small step for a man, one giant leap for mankind.