Í dag eru 40 ár, síðani eitt kjarnorkuvápnað amerikanskt B52-bumbuflogfar datt niður við Thule í Grønlandi, og fleiri kilo av plutonium vórðu spjadd um alt økið kring støðina. Í 1995 fingu teir sonevndu Thule-arbeiðsmenninir, sum ruddaðu økið eftir óhappið, 50.000 krónur í endurgjaldi í part frá táverandi stjórnini í Keypmannahavn.
Síðani hava politikararnir lagt lok á málið. Men teir Thule-arbeiðsmenninir, sum eru eftir á lívi, hava ikki slept málinum, og í gjár hittust nakrir teirra í Danmark. Har kom millum annað fram, at USA hevur alla tíðina verið til reiðar at rinda arbeiðsmonnunum endurgjald, men at Danmark hevur sagt nei. Skjøl, sum amerikanska sendistovan í Keypmannahavn fekk úr Washington longu í 1968, vísa, at USA var sinnað at rinda arbeiðsmonnunum upp í 15.000 dollarar í part í endurgjaldi, men danska stjórnin vísti ikki tilboðnum áhuga.
Skiftandi danskar stjórnir hava sýtt fyri at avdúka loynilig skjøl frá kalda krígnum, men Thule-arbeiðsmenninir hava nú lagt málið fyri ES-dómstólin við kravi um atgongd til tey loyniligu skjølini, ið viðvíkja Thule-óhappinum. Harafturat krevja menninir, at teir fáa eina heilsukanning um árið. Av teimum 1200 Thule-arbeiðsmonnunum eru nógvir deyðir at krabbameini. í dag eru umleið 200 eftir á lívi.