4000-5000 fólk á bústevnu

Hetta er eitt stórt tal av vitjandi á eini sølustevnu

Bústevnan
Vilmund Jacobsen

Í blaðnum fyrr í vikuni høvdu vit grein um bústevnuna, Hús og Innbúgv 2003, sum var í Ítróttarhøllini í Runavík seinasta vikuskiftið.
Í samrøðuni, segði ein av stigtakarunum, Hans Petur Ellingsgaard, at ein eftirmeting skuldi gerast, áðrenn sigast kundi endaliga, hvussu tiltakið hevði vignast.
Hann helt tó, at bústevnan hevði eydnast til fulnar. Framsýnararnir, hann hevði tosað við, vóru væl nøgdir, og karmarnir uttan um bústevnuna vóru góðir.
Hans Petur segði, at nógv fólk vitjaðu, serliga leygardagin og sunnudagin, tá ið veðrið var so óføra gott.
Hann dugdi tó ikki at siga neyvt, hvussu nógv fólk høvdu verið inni á gólvinum stevnudagarnar.
Nakað eftir, at vit høvdu gjørt samrøðuna, og greinin var farin í blaðið, ringdi Hans Petur Ellingsgaard aftur og segði, at talið av vitjandi lá onkustaðni millum 4000 og 5000.
Hetta er eitt stórt tal á eini sølustevnu.