4100 pund á 35

Toftir: Tað hevði verið sera friðarligt her við havnarlagið seint seinnapartin fríggjadagin, - um tað ikki júst var fyri einum einstøkum útróðrarbáti, Kristu Mariu sum kom skúmandi inn um molan við kós ímóti Fiskamarknaði Føroya á Toftum

Veðrið er av tí allarbesta og soleiðis var streymurin eisini í farnu viku.

Teir tríggir umborð á Kristu Mariu høvdu henda túrin sett línuna einar átta fjórðingar vestur úr Høvdanum, og nú var tíðin at avreiða dagsins fong.

At avreiða her á Toftum er nærum gerandiskostur hjá teimum. Aðrir kunnu kanska leggja veiðuna upp aðrastaðni og síðani koyra við bili til hús, men hesir tríggir gera ikki tað.

Tað vísir seg eisini, at starvsfólkini á Fiskamarknaðinum kenna teir. Tað er skjótt at kassar við nýggjum ísi verða settir á bryggjuna, og so byrjar sjálv uppskipingin.

Ein trukkur við krókum verður brúktur at hiva kassarnar í land. So hvørt sum teir koma í land, fer tann eini av manningini eftir meiri ísi at leggja oman yvir kassarnar.

Veiðan kemur jú at standa inni í høllini til mánadagin, tá uppboðssøla verður aftur.

Fyri manningina ræður um at gera skjótt av og fara nýggjan túr, tí í hesi vikuni verður broyting í streymviðurskiftunum. Sambært streymtalvuni tekur streymurin til í hesi vikuni, eins og veðrið verður eitt sindur meiri ivasamt.

Tí verður neyvan nakað serligt av útróðri teir komandi dagarnir.



35 stampar

Teir tríggir menninir umborð á Kristu Mariu løgdu frá landi beint eftir midnátt í gjárkvøldi - fríggjanáttina.

Eftir at hava sett línuna og drigið hana aftur, settu teir beina kós ímóti Toftum sum so mangan áður.

Teir komu inn á Toftir nakað áðrenn klokkan fýra henda dagin, og eina lítla løtu seinni, var liðugt at landa teir átta kassarnar - tríggjar við hýsu og fimm við toski.

- Vit settu 35 stampar, og eg rokni við veiðan liggur um 4000 pund, metir skiparin, Kristin Hansen sum upprunaliga er nólsoyingur, men sum hevur búð á Argjum meginpartin av lívi sínum.



Vánaligt

Tá talan er um fiskiskap, eru altíð ójavnar tíðir. Soleiðis hevur eisini verið við fiskiskapinum hjá Kristu Mariu.

Sjálvur kundi skiparin, Kristin Hansen uttan iva ynskt, at teir kundu havt betri fiskiskap.

- Nei, hjá okkum hevur tað verið heldur vánaligt, staðfestir hann.



Tvær avreiðingar

Sjómenn hava altíð eina góða føling við, hvat teir hava í lastini.

Tá Krista Maria kom inn at landa fríggjadagin, metti skiparin, Kristin Hansen at veiðan lá um tey 4000 pundini.

Ikki kann sigast annað, enn at væl var mett: Sambært yvirlitinum hjá Fiskamarknaði Føroya á Toftum, vá henda veiða 4100 pund.

Og sambært sama yvirliti var Krista Maria aftur á Toftum dagin eftir við 4700 pundum.



Kristin Hansen umborð á Kristu Mariu - ein sjógóður útróðrarbátur við góðari maskinorku

Mynd: Jens Kristian Vang


(landing 2)

Tey 4100 pundini rúmaðust í átta kassum, sum her verða hivaðir í land

Mynd: Jens Kristian Vang