42 hvalir gjørdu landgongd

Fyrr í dag varð ein grind funnin út fyri Eiði í Svínoy, og avgjørt varð at reka grindina inn til Hvannasunds, har hon varð dripin fyri nøkrum tímum síðan.


Hans Jørgen Nysted er grindaformaður í Hvannasundi og upplýsir fyri in.fo, at drápið eydnaðist væl.


- Drápið gekk væl. Tað gekk ein løta áðrenn vit fingu grindina inn, men sjálvt drápið tók umleið ein hálvan tíma.


42 hvalir gjørdu landgongd og verða skinnini helst deild millum bygdirnar Viðareiði, Hvannasund og Norðdepli, umframt í drápspartar.


- Umleið 25-30 bátar tóku lut í rakstrinum og so vóru tað eisini nógv fólk á landi, so tað vera nakrir drápspartar tilsamans, upplýsir Hans Jørgen Nysted.