Sp/F Mark setir nú upp tær næstu 42 íbúðirnar til lesandi úti í Marknagili í Havn. Í fjør vórðu 38 íbúðir settar upp, og tær eru allar útleigaðar. Næsta stigið í verkætlanini var at seta upp 42 íbúðir afturat, og tað arbeiðið er nú í gongd.
– Vit vænta, at íbúðirnar verða klárar at flyta inn í til jólar, sigur Gordon Rajani, stjóri í Mark sum eigur og rekur íbúðirnar, tá info hittir hann seinnapartin í gjár, júst sum teir vóru í ferð við at seta íbúðirnar upp. Tær koma lidnar til landið – hvør íbúð er í eini bingju..
Tvær støddir eru av íbúðum. Tær minnu hava kamar við tekøki og wc við brúsu. Ljóst trægólv og hvítar veggir. Tær eru 20 fermetrar, hava komfýr, sjónvarp, internetstikk og antennustikk.
Tað størru hava kamar, wc við brúsu og stovu/tekøk. Ljóst trægólv og hvítar veggir. Tær eru 46 fermetrar til støddar og hava komfýr, sjónvarp, internetstikk og antennustikk. 12 av íbúðunum eru til rørslutarnað.
Gordon Rajani greiðir frá, at umframt góðu umstøðurnar í hvørji einstøku íbúð, verður eisini gjørt felagsøki og felagshús, sum kunnu nýtast til ymisk endamál.