Soleiðis spyr borgarstjórin í Havn, Elsa Berg, á Facebook í dag – har hon sipar til nýggju verkætlanina, sum er í gerð í Hoyvíkshagnum
– Nú fara vit at royna at endurtaka verkætlanina (Tórsbyrgi) í líknandi stíl við Stórutjørn, skrivar hon.
– Síðstu tiðina hava vit arbeitt við tillagingum í bústaðarverkætlanini Stóratjørn fyri býling 1 og 4, soleiðis at vit fáa enn fjølbroyttari bústaðir og fleiri búeindir.
– Vit tvífalda bústaðareindirnar, skrivar borgarstjórin.
– Vit fara frá 218 búeindum til 420 búeindir við at byggja nakað tættari og skynsamari. Eisini er dentur lagdur á, at náttúruøkir í mest møguligan mun verða varðveitt sum miðsavnandi felagsøkir.
Elsa Berg greiðir frá, at lendið í høvuðsstaðnum er avmarkað, og bústaðartørvurin er stórur. Tí er tað serstakiliga týdningarmikið, at útbyggingarnar, sum kommunan fer undir, veruliga muna, heldur hon.
– Ætlaða bústaðarblandingin er hendan: 162 íbúðir í raðhúsum, 46 vanlig raðhús, 60 blandaðar modul-eindar-íbúðir til m.a. eldri og støk, 77-88 búeindir í samanbygdum krosshúsum, 16 sethús, á leið 50 lestraríbúðir.
##med2##












