B36 hevur KÍ lagnuna í sínum hondum

1. DEILD: EB/Streymur leggur nógv fyri í Gundadali, har sigur til teir í Sundalagnum ber við sær, at KÍ fer at flyta niður

Tríggir dystir í 27. og síðsta umfari í næstbestu deildini eru í kvøld. Fyrsta bríksl í øllum trimum støðum verður klokkan 19. Dystirnir eru KÍ – 07 Vestur, NSÍ – Víkingur og B36 – EB/Streymur.

 

Serligan áhuga í kvøld hevur tað, um tað verður KÍ ella EB/Streymur, sum saman við 07 Vestur fer at flyta niður í 2. deild.

 

KÍ er undir strikuni við 23 stigum og málmuninum -29, og EB/Streymur er á áttanda plássi við 25 stigum og málmuninum -50.

 

Um tað eydnast EB/Streymi at vinna fulla úrtøku í Gundadali ímóti B36, so fer EB/Streymur at varðveita plássið í 1. deild. Um KÍ vinnur í kvøld ímóti 07 Vestur, og EB/Streymur ikki vinnur ímóti B36, so flytur EB/Streymur niður.

 

Merkisvert er tað, at EB/Streymur hevur fingið Rógva Egilstoft heim úr Spania at vera við í bjargingarroyndini í kvøld.

 

Á KÍ liðnum er Páll Müller tann einasti, sum seinastu ferðirnar hevur verið á listanum hjá besta liðnum. Har er eisini Dávid B. Andreasen, sum fyri nøkrum vikum síðani gavst á besta liðnum.

 

B71 – ÍF og Skála – AB hittast í morgin.

 

Í kvøld kl. 19.00

 

KÍ – 07 Vestur: Høgni Madsen

 

NSÍ – Víkingur: Niklas Petersen

 

B36 – EB/Streymur: Kári J. á Høvdanum

 

Í morgin

 

Skála – AB: Áki Leitisstein Hansenkl. 16.00

 

B71 – ÍF: Eiler Rasmussen kl. 13.00